Hesa vikuna er Champions League aftur á skránni. Longu í kvøld eru fleiri áhugaverdir dystir á skránni.
Serliga dysturin í London millum Arsenal og Bayern Munchen er áhugaverdur. Arsenal hevur tapt teir báðar fyrstu dystirnar í bólkaspælinum móti avikavist Dinamo Zagreb og Olympiakos, og er tí kroyst til at vinna heimadystin móti Bayern Munchen, um Arsenal skal gera sær nakra vón um at koma víðari úr bólkaspælinum.
Bayern Munchen hinvegin hevur verið sannførandi sínar fyrstu dystir. Teir hava vunnið báðar og hava málúrtøkuna 8-0. Tískil fær Arsenal uttan iva ein truplan dyst í kvøld.
Eisini hitt enska felagið, Chelsea, er kroyst til at fáa ein sigur í kvøld. Teir spæla á útivølli móti Dinamo Kiev. Dinamo Kiev liggur undan dystinum á fyrsta plássinum við fýra stigum, meðan Chelsea liggur sum nummar trý við trimum stigum. Chelsea kann tí við einum sigri í kvøld veruliga fáa samband aftur við oddin í bólkinum.
Av øðrum áhugaverdum dystum, kann eisini nevnast at Barcelona spælir á útivølli móti hvítarussiska Bate Borisov, og at Bayer Leverkusen og AS Roma spæla ímóti hvørjum øðrum í Týsklandi.
Dystirnir í kvøld:
Bólkur E:
Bate Borisov-FC Barcelona (Vístur á Tv3Sport1)
Bayer Leverkusen-Roma
Bólkur F:
Arsenal-Bayern Munchen (Vístur á Tv3+)
Dinamo Zagreb-Olympiakos
Bólkur G:
Dinamo Kiev-Chelsea (Vístur á Tv3Sport2)
FC Porto-Maccabi Tel Aviv
Bólkur H:
Valencia-Gent
Zenit Skt. Pætursborg-Lyon