Tað var longu í november 2005, at Asfaltvirkið á Sundi søkti býráðið um at víðka leigumálið av økinum, tí goymskuplássið til skerv var ov lítið.
Tað hendir kortini lítið og einki í málinum fyrr enn Asfaltvirkið í skrivi 2. januar 2008 søkir av nýggjum, hesaferð um byggiloyvi til eina høll at goyma skevri í. Við at liggja úti er skervurin ofta vátur og má tí turkast áðrenn nýtslu, og hevur hetta bæði seinkingar og eyka útreiðslur við sær.
23. januar í fjør samtykkir fíggjarnevndin at beina málið í byggi- og býarskipanarnevndina og havnanevndina til ummælis.
Tá talan er um at goyma skervin inni í staðin fyri úti, skuldi tað ikki tikið meiri pláss enn tað sama, og tilomælið frá havnameistaranum er tí, at mælt verður til at ganga umsóknini á møti, at byggja á ídnaðarøkinum oman fyri vegin.
Havnanevndin samtykti á fundi 18. februar at taka undir við tilmælinum.
Økið, sum søkt verður um, er umleið 4.900 fermetrar tikl støddar.
Býararkitekturin mælir tó frá at ganga umsóknini á møti og mælir í staðin til, at økið verður bjóðað út eftir bíðilistanum. Hesum taka Bogi Andreasen og Halla Samuelsen undir við á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini 18. juni í ár. Levi Mørk og Jan Christiansen mæla tó til at ganga umsóknini á møti.
Loyva kortini
Undan býráðsfundinum hóskvøldið var fundur í fíggjarnevndini, og har tók ein meiriluti undir við at víðka leigusáttmálan. Talan var um Heðin Mortensen, Jógvan Arge og Sjúrð Olsen.
Ein minniluti, Elin Lindenskov og Marin Katrina Frýdal, mælti til at taka undir við býararkitektinum.
Á sjálvum býráðsfundinum førdi Marin Katrina Frýdal fram, at økið átti at verið boðið út sambært bíðilistanum, men hesum vísti Sjúrður Olsen aftur og segði, at bíðilistin var eftir keypi av grundstykum og ikki leigusáttmálum. Hann vísti annars á, at P/f Asfalt jú hevði bíðað í hálvtfjórða ár eftir svari.
Atkvøtt varð síðani um meirilutatilmælið frá fíggjarnevdini, og varð hetta samtykt við níggju atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Fyri atkvøddu Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Jákup Símun Simonsen, Levi Mørk, Maria Hammer Olsen, Anfinn Brekkstein, Vagnur Johannesen, Inga Dahl og Sjúrður Olsen.
Bogi Andreasen, Marin Katrina Frýdal, Halla Samuelsen og Elin Lindenskov greiddu ikki atkvøðu.
Sostatt er endaliga samtykt, at P/f Asfaltvirki› kann byggja ein goymslubygning til skerv inni á Sundi.