Fýra astronautar eru umborð á rúmdarfarinum "Orion", sum í nátt varð sent av Cape Canaveral í Florida. - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix

Astronautar á veg móti Mánanum

Fyri fyrstu ferð síðani 1972 verða astronautar sendir runt um Mánan. Uppsendingin í Florida gekk uttan trupulleikar.

Fýra astronautar eru umborð á rúmdarfarinum "Orion", sum í nátt varð sent av Cape Canaveral í Florida. - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix

Fýra astronautar vórðu í nátt okkara tíð sendir avstað á eina uppgávu, sum skal føra teir runt um Mánan.

Amerikanararnir Reid Wiseman, Victor Glover og Christina Koch og kanadiski Jeremy Hansen vóru umborð á "Orion" rúmdarfarinum, tá tað varð skotið av rúmdarmiðstøðini Kennedy í amerikanska statinum Florida.

Útsendingin var eitt av avgerandi punktunum í tíggju daga uppgávuni.

Um sjálvt tað minsta gekk galið, kundi tað fáa deyðiligar avleiðingar fyri manningina.

Klokkan 18:35. lokala tíð - 23:35 okkara tíð - fór rúmdarfarið frá amerikanska rúmdarstovninum NASA avstað við stórari eldsúlu undir sær.

Eftir trimum minuttum hevði "Orion" nátt einari ferð uppá meira enn 8.000 kilometrar um tíman við hjálp frá einari boosterrakett.

Rúmdarmenninir fara fyrstu dagarnar í ringrás um jørðina, har teir fara at gera eina røð av kanningum. Hildið verður síðani áfram við ferðini til Mánan.

Eftir fýra dagar fer "Orion" framvið Mánanum, áðrenn tað beinanvegin byrjar afturferðina.

Tá rúmdarfarið skal gjøgnum lofthavið á jørðini, er tað aftur fyri stórum váða fyri manningina, um okkurt gongur galið.

Á heimferðini fer rúmdarfarið at røkka einari ferð upp á meira enn 40.200 kilometrar um tíman.

"Orion" skal eftir ætlan lenda í Kyrrahavinum, har bjargingarlið verða klár at heinta manningina.

Útskjótingin er partur av Artemis II-uppgávuni. Um tað eydnast, verður tað fyrstu ferð síðani 1970-árini, at menniskju verða send runt um Mánan.

Rúmdarætlanin er býtt upp í fleiri byggistig. Fyrsta stigið - Artemis I - var ómannað.

Artemis II-uppgávan hevur ein miðdepil í ætlanunum hjá NASA um at senda menniskju aftur til Mánan.

Ætlanin er seinni at byggja eina fasta rúmdarstøð á Mánanum til víðari rúmdarkanningar, eitt nú ferðir til Mars.

NASA hevur givið nýggju rúmdarætlanini Artemis navnið eftir tvíburabeiggjanum hjá gudinum Apollo.

Artemis-ætlanin er sett í verk av NASA í samstarvi við rúmdarstovnar úr Evropa, Japan, Kanada og Avstralia.

 

/Ritzau/

 

Fýra astronautar eru umborð á rúmdarfarinum "Orion", sum í nátt varð sent av Cape Canaveral í Florida. - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix