Allir fýra FM-hálvfinaluluttakararnir í SMS-deildini eru funnir, og nú er greitt nær hálvfinalurnar vera leiktar.
Leikt verður best av trimum dystum.
Hóskvøldið 16. apríl klokkan 18: Neistin-Kyndil
Hóskvøldið 16. apríl klokkan 20: VÍF-H71
Sunnudagin 19. apríl klokkan 16: Kyndil-Neistin
Sunnukvøldið 19. apríl klokkan 19: H71-VÍF
Um eingin samlaður vinnari er funnin í tveimum teimum fyrstu dystunum, so verður leikt ein triðja og avgerandi hálvfinala.
Mikukvøldið 22. apríl klokkan 18: H71-VÍF
Mikukvøldið 22. apríl klokkan 20: Kyndil-Neistin
Kyndil og H71 vóru fremst í grundspælinum, og fáa tí tvær hálvfinalur á heimavølli, um tað er neyðugt við trimum dystum.











