Tað boðaði verjumálaráðharrin, Pål Jonson, frá á tíðindafundi í dag.
Tað svarar til slakar seks milliardir danskar krónur.
Sambært tíðindastovuni verða avhendingar av nýggju svensku verjuni móti dronum áhaldandi frá 2027 til 2028.
Upphæddin er partur av einum størri pulju upp á 15 milliardir svenskar krónur til loftverju, sum svenska stjórnin legði fram fyrr í ár, skrivar SVT.
Svenska stjórnin hevur boðað frá íløgum í loftverjuna fyri yvir 50 milliardir svenskar krónur seinasta árið.
Ikki síðani seinna heimsbardaga hevur Svøríki havt so stóra uppbygging av loftverjuni.
/Ritzau/TT










