Astrup effektin

- Tá Astrup yvirtók leiðsl­­­una av Føroya Banka og Sjó­­vinnu­bank­a­num, høvdu teir nærum alla vinn­u­fígg­­ingina og stóran part av samlaðu balansuni hjá pen­­ing­­­astovnunum í Før­oy­um. Hes­­in parturin er mink­að­ur. Før­­oya Banki er nú ein­­an­s ein miðal spælari á fø­r­oyska fíggj­ar­heim­inum, sigur Óli Samró

Í barnaminnunum standa vár­dagarnir í Húsavík so k­l­­­­á­­­r­­ir. Serliga var tað tíðin, tá ­menn sleptu neytunum út úr fjós­­u­num. Hurðin bleiv latin upp, og so blivu neytini rikin út í hagan. Á kvøldi bleiv so flokk­ur­in leiddur heim aftur.
Serliga stuttligt var fyrstu dag­ar­nar. Ikki meira enn at hurðin var gloppað inn í fjós­ið og fyrsta ljósglæman slapp inn, so byrjaðu neytini at belja. Tá so hurðin fór upp, og kríatúrini vórðu slept út úr fjósinum og rikin eftir veg­num var eitt øgiligt lív. Neyt og kálvar hvørt um annað hopp­aðu runt, og beljanin hoyrdist út um bøgarðarnar. Kríatúrini leikaðu í sum óð í fleiri dagar. Ikki bara kálvarnir, men so sann­i­liga eisini gomlu neytini hopp­aðu runt í ovfarakæti.
Ikki so løgið aftan á at hava stað­ið bundin í fjósinum ein heil­an vetur í einum trongum bási í myrkri og kulda.
Hetta rann mær til hugs, tá eg á heimasíðu bankans www.foroyabanki.fo og í bløð­u­num sá myndir frá 100 ára føð­ing­ardegnum hjá Føroya Banka. Nýggja leiðslan var leys uppfrá av ovfarakæti. Leiðsl­an sang og dansaði, tá teir førdu fram tónleik á 100 ára føð­ing­ar­deg­num.
Ikki er tað løgið, at teir eru ov­far­a­kátir. Í eini 13 ár høvdu teir sitið meir ella minni bundn­ir fastir. Í óendaligheit hava teir hoyrt um og boðað kundum frá kravi um »bæredygtige projekter« og »klingende mønt«.
Nú er einki sum fyrr!

»Kreppan«
Astrup var biðin um at bjarga eini søkkandi skútu. Hann var mað­urin, sum var valdur at bjarga Føroyum upp á turt.
Missiónin var: bjargið bank­u­num og berið so nógv sum møg­u­ligt aftur av tí lænta pen­ing­i­num úr landskassanum aft­ur til eigaran.
Operatiónin var djúp og eff­ek­tiv. Skorið bleiv inn á bein. Longu aftan á eini tvey ár vóru upp­gongutíðir aftur. Hesar hava vart við nú í meira enn tíggju ár.
Eingin er í iva, at bjargingin eyd­naðist væl. Eftir bert fá­um árum var samfelagið í stór­um búskaparligum vøkstri aft­ur. Astrup eigur nógv rós upp­i­bor­ið og hevur skrivað seg í søg­u­bøkurnar ­sum ein framúr upp­ruddari.
Hóast nógv bleiv mist í øll­um hurlivasanum, so er tað eitt megnaravrik. Aftan á trý - kanska fýra ár - var missiónin loyst! Hetta hevði neyvan nak­ar roknað við.
Tíverri virkaði tað sum um As­trup ikki slepti missiónini, men helt fast um, at kreppan ikki var heilt av enn - og so kundi tað altíð blíva kreppa aftur.
Boðskapurin frá árs­að­al­fund­­i­num ­var hvørt ár, fyrst hvussu nógv bankin hevði økt um eginpeningin og síðan, hvussu nógv var borið aftur til eigaran, fíggingargrunnin, t. v. s. landskassan.
Eftir øllum at døma var eigarin nøgdur. Á að­al­fund­u­num ­var alment eingin krit­ikkur. Eingin spurdi hví, markn­að­arparturin helt á at minka. Hví so nógv dugnalig starvs­fólk rýmdu. Hví bankin ikki megnaði ella ikki vildi bjóða somu tænastur sum bank­ar í Danmark o. s. fr.
Heldur ikki var tað nakar, sum spurdi eftir visjónunum – held­ur ikki manglunum upp á vi­sjón­ir.
Ljós var ikki nógv at hóma.
Fyri nógv av teimum, sum við­gjørdu og vóru tætt at krepp­uni, hevur hugtakið »kreppa« á ein ella annan hátt sett seg á sinnið. Tey kundu ikki fáa hendan skrekkin úr høvd­inum. Tað bar teimum bara ikki aftur til at hugsa kon­struk­tivt og hava visjonir og fram­tíðarætlanir. Tann mentala krepp­an køvdi alt. Psykologar kalla tað helst psykosa.
Enska hugtakið »no risc - no fun« bleiv tulkað »risc - no fun«.

Frívirðini í sethúsunum
Fígging av sethúsum broytt­ist í øllum Skandinavia. Pen­ing­a­stovn­arnir blivu umskipaðir til fíggjarsupermarknaðir. At keypa fígging var sum at keypa frukt. Tú valdi ímillum eitt ótal av loysnum. Felags var ein lag­a­lig fígging við relativari lágari rentu og longum avdráttarskáa – ella ongum avdráttum. Henda gongdin kom ikki til Føroyar.
Seinastu 10 -15 árini hava fólk í Føroyum goldið síni hús niður sum galin. Flestu hús vóru fíggjað við 10-15 og upp til 20 ára lánum. Ein stór­ur partur av inntøkuni bleiv brúktur at gjalda skuld nið­ur. Um húsini verða við­lík­a­hild­in, so er tað jú rein pen­sjóns­upp­spar­ing.
Fígging av húsum var, at tú skuldi megna at gjalda lánið aft­ur eftir í mesta lagi 20 ár­um. Men tað er nú gott at eiga hús­ini, um kreppa kemur aftur!
Einki skil bleiv á nýbygging. Hús­a­byggingin minti mest um smáttir sum smádreingir plagdu at byggja runt um í Havn­ini í sjeytiárunum. Sjálvt fólk við stórum útbúgvingum fingu avmarkaða fígging – 1,6 mió til eitt standard par við ak­a­demiskari útbúgving, pluss eg­in uppsparing. Tað er ikki nógv tú fær fyri tann peningin!
Nú eru so peningastovnarnir var­liga farnir at bjóða før­oysk­um húsaeigarum eitt lít­ið sindur av tí tænastu, hini norð­an­londini bjóða. Nú leypur virð­ið á húsum sjálvandi upp. Frá at sethús lítið eru vaksin í virði sein­astu 15 árini, er ein partur heint­aður inn upp á eitt ár.
Úrslitið er, at sethúsaeigarar í Tórshavn nærum allir eru vorðn­ir millióningar!
Men komandi ættarliðið má venja seg við at byrja tilveruna við fleiri millióna skuld - ella at flyta út á bygd.

Frívirðini í virkjunum
Somuleiðis broyttust virðini á virkj­um.
Nógvir føroyingar eru vorðnir rík­ir, nú vinnutólini aftur hava fing­ið eitt virði. Serliga ríkir eru teir, sum hava selt síni virk­ir og feløg. Hesir fingu ein tørv á at plasera pening og at fáa ráðgeving. Fíggjardeild og Cor­porate Finance bleiv eitt po­ten­t­iali.
Hetta gapandi holið á før­oyska fíggjarmarknaðinum sóu útlendskir peningastovnar og íleggjarafeløg eins og Spar­i­kassin. Kaupthing bleiv stórspælari á føroyska fíggj­ar­markn­að­inum.
Útlendskir bankar kundu velja út teir føroysku kundar, teir ynsktu sær.
Ein av stóru uppgávunum hjá nýggju leiðsluni er at fáa kundarnar inn aftur í bankan.

Organisatiónin
Organisatión í bankanum skeikl­aðist. Í vinnulívinum var eingin ivi, í Føroya Banka var tað Astrup, sum avgjørdi alt – rest­in var handlangarar.
Nýggja leiðslan hevur eina trupla uppgávu fyri framman. Org­­a­ni­s­atiónin má byggj­ast upp frá botni bein­an­vegin. Iva­leyst eru nógv dugnalig starvs­­fólk, men tey mugu venja seg við, at tey sjálvi kunna taka avgerðir og gera støðumetingar.
Aftan á Astrup hevur Føroya Banki søkt eftir øll­um sløgum av ser­frøði. Fyri vesturjydan má tað virka sum tað reina tvass við øllu­m fólkunum, sum nú eru komin til bankan sein­asta árið.
Tá Astrup yvirtók leiðsl­­­una av Føroya Banka og Sjó­vinnu­bank­a­num, høvdu teir nærum alla vinn­u­fígg­ingina og stóran part av samlaðu balansuni hjá pen­­ing­­­astovnunum í Føroyum. Hes­­in parturin er minkaður. Før­­oya Banki er nú ein­an­s ein miðal spælari á fø­r­oyska fíggj­ar­heim­inum.

Skipshundur og formaður í Búskaparráðnum
Okk­ara fíggj­ar­mál­a­ráðharri, Bárð­­ur Nielsen, hev­ur valt As­trup til formann í Bú­skap­ar­ráð­­num til at vera hansara fremsti ó­hefti bú­­skap­ar­ráð­gevi. Fíggj­ar­mál­a­r­áð­har­rin Bárð­ur Niel­­sen er vanliga skil­a­góð­ur. Bárð­ur má helst bara vera troyttur av øllum tosinum um visjónir!
Tað hevði verið nógv stutt­lig­ari, um P/F Varðin og Sos­i­al­ur­in hildu áfram við sam­starv­in­um­, so hann kundi skriv­­að frá­­greið­­ingar frá lív­i­­num sum skips­­hund­ur á Finni Fríða. At skriva dugir Astrup sum fáur.
At vera krepp­u­loy­s­ari og skriv­­andi skips­hund­­ur á Finni Fríða, tað dugdi As­­trup!