Grein úr Sosialinum 4. juli 2025:
Sonja Olsen
Ph.d.-vísindastarvsfólk á Námsvís- indadeildini, Fróðskaparsetur Føroya
Øll menniskju fara íg jøgnum ymisk skiftir í lívinum. Flest okkara
minnast góð skiftir, har vit mentust og lærdu nógv, og minni góð skiftir sum vóru trupul og svár. Skiftir eru ein lívstreyt.
Tíðirnar eru broyttar, og tað er barndómurin eisini. Børn fara íg jøgnum fleiri stovnsskiftir á ungum aldri í dag enn fyrr, og hetta eiga vit at taka í álvara. Í dag fer barnsins menning, læring og trivnaður í stóran mun fram á ymiskum stovnum. Bæði lítil og stór stovns skiftir kunnu vera avbjóð andi og hava stóra ávirkan á trivnaðin, læringina og menningina hjá barinum.
Stovnsskiftir innan skúlaaldur
Summi skiftir hjá børnum eru smá millum annað tá børn fara heimanífrá um morgunin á dagstovn og so heim aftur seinnapart in. Onnur skiftir eru stór, har børn skifta umhvørvi, umsorganarpersónar og barnabólk. Tey stóru skift ini henda ofta innan eina stutta tíðarrammu millum annað skiftið í skúla, sum hendir frá einum degi til annan.
Ymiskt er, hvussu kommunur í Føroyum skipa stovnslívið hjá børn um, áðrenn tey byrja í 1. flokki. Summa staðni ganga børn í dagrøkt tey fyrstu árini og skifta í barnagarð um 23 ára aldur. Hetta er eitt stórt skifti. Aðrastaðni ganga børn í sama stovns tilboði, inntil tey byrja í 1. flokki. Tá fara tey elstu børnini av og á burturfrá saman við starvsfólkum á skipaðar túrar, at loysa minni uppgávur ella at spæla saman við hinum javngomlu børnunum, sum tey fara at ganga í 1. flokki saman við.
Sambært norðurlendsk ari gransking fara flest børn í aldrinum 07 ár í Norðanlondum íg jøgnum eina røð av skiftum. Á myndini sígg jast tvey dømi um røðir av skiftum, sum nógv børn í Føroyum eisini fara íg jøgnum.
Skiftisstrongur 1 Skiftisstrongur 2 Skiftisstreingirnir eru líkir inntil 6 ára aldur. Í báðum skiftisstreing ju num byrjar barnið í vøggu stovu sum 1 ára gamalt og er partur av sama stovns umhvørvi í 4–5 ár.
Skiftir hjá 6 ára gomlum børnunum Um 6 ára aldur hendir ein broyting í skiftisstreingjunum hjá nógvum børnum í Føroyum.
Í skiftisstreingi 1 fer barnið í skúla ella elsta bólk, har tað er allan dagin, inntil tað fer heim seinna partin. Skúla ella elsti bólkur heldur oftast til í sama dagstovnaumhvørvi, sum barnið hevur verið partur av tey seinastu árini. Starvsfólk í skúla ella elsta bólki kenna tí barnið í ávísan mun, og barnið kennir tey, tí tey hava sæð hvønn annan úti á spæli plássinum, á gongini, ella hava vitjað stovurnar hjá hvørjum øðrum. Leiðslan er tann sama, sum áðrenn skiftið fór fram, og kennir tí barnið.
Í skiftisstreingi 2 fer barnið í forskúla fyrrapart in og skiftir í frítíðarskúla seinnapartin. Forskúlin heldur til í einum skúla umhvørvi, sum er eitt nýtt umhvørvi hjá barninum, har hvørki starvsfólk ella leiðsla kenna barnið, og sum barnið heldur ikki kennir frammanundan. Frítíðarskúlin heldur til
í einum frítíðarskúlaum hvørvi, sum barnið heldur ikki kennir. Frítíðarskúlin er ofta staðsettur í einum bygningi fyri seg ella á skúl anum, har starvsfólk og leiðsla ikki kenna barnið.
##med2##
##med3##
Ein trygg ella ótrygg ferð
Í flestu kommunum í Før oyum, har børn ganga í forskúla, vitja foreldur og børn forskúlan og frítíð arskúlan áðrenn skiftið fer fram. Sambært altjóða gransking er hetta eitt gott átak, tí á hendan hátt kunna foreldur og børn seg um tað nýgg ja umhvørvið og heilsa uppá komandi starvsfólk, og skapar hetta ein tryggleika fyri børn og foreldur. Í summum komm unum vitja starvsfólkini á dagstovninum eisini for skúlan og frítíðarskúlan saman við børnunum áðr enn skiftið, og hetta er sam bært gransking eisini eitt átak, ið ger skiftið tryggari og lættari fyri børnini.
Umframt at tað hevur jaliga ávirkan og avleið ingar, at foreldur, børn og starvsfólk kenna komandi stað og starvsfólk, sum har arbeiða, vísir altjóða gransking eisini á týdn ingin av, at starvsfólk og leiðsla báðumegin skiftið kunna seg um námsfrøð ina, læruháttir og sið venju hjá hvørjum øðrum. Tvørtur um skiftið er týdn ingamikið við samanhangi í læringsumhvørvunum, læruhættum, arbeiðshætt um, mátum at spæla uppá og ymiska siðvenju. Tað skal ikki vera heilt eins men líkt.
Í skiftisstreingi 1 skifta børnini til eitt stað, sum líkist í læruhættum, arbeiðshættum, mátum at spæla uppá og siðvenju. Men sjálvt um tað er gott fyri børnini, at saman hangur er, skal eitt ávíst arbeiði gerast, fyri at tey eisini merkja nakað nýtt tí annars er tað ikki líka mennandi fyri tey.
Í skiftisstreingi 2 skifta børnini í tvey støð: forskúla og frítíðarskúla. Hetta eru støð og umhvørvi, sum eru ólík teimum, børnini kenna frammanundan. Tískil skal eitt stórt arbeiði gerast fyri at skapa samanhang, so børnini í ein vissan mun kenna aftur læruhættir, arbeiðshættir, mátar at spæla uppá og siðvenju.
Men hví heldur ein seg ikki til ein av skiftis streing junum, í staðin fyri at hava ymisk sløg av skift isstreingjum, alt eftir hvar man er í landinum ella í hvørjari kommunu ein býr? Orsøkirnar eru óivað nógvar. Millum annað er talan um, at tað kanska ikki er tørvur á líkum skiftisstreing jum í lítlum kommunum, við einans einum dagstovni, einum barnaskúla og einum frí tíðarskúla, sum í størri kommunum, við fleiri dag stovnum, barnaskúlum og frítíðarskúlum.
##med4##
Harumframt eru eisini fakligar ósemjur um, hvat fyri skiftisstreingir eru best. Røddir, sum tala fyri skúla ella elsta bólki á dag stovni, siga kanska:
Tey 6 ára gomlu børn ini skulu koma at kennast og sleppa at spæla saman hetta seinasta árið, áðrenn tey byrja í 1. flokki. Men hetta skal gerast í einum dagstovnaumhvørvi, har børnini sleppa at spæla nógv, og har arbeitt verður við myndan, sosialari menning, og menning av hugflogi.
Røddir, sum tala fyri forskúla í skúlanum, siga kanska:
Forskúli er eitt upplagt høvi til at sjóða tey 6 ára gomlu børnini saman og legg ja góðar lunnar und ir læringina, tey møta, tá tey byrja í 1. flokki. Við at staðseta forskúlan í einum skúlaumhvørvi, læra børn ini umhvørvið at kenna, sum tey skulu vera ein partur av í nógv framhald andi ár.
Tískil er spurningurin ikki lættur at svara.
Harumframt vísir gransking úr eitt nú Av stralia og Íslandi, at stovn arnir báðumegin skiftið dagstovnurin, skúlin og frítíðarskúlin eiga at seta seg meiri inn í barnalívið, sum børn liva í dag.
Innan gransking verða skiftir ofta lýst sum ein g jógv, har ein á ymiskan hátt skal yvirum. Á mynd ini sæst, at í summum før um er ferðin yvirum ótrygg, og í øðrum førum er hon trygg. Á myndini sæst eisini ein brúgv, sum ofta er myndamálið, ið verður nýtt um eitt ára tilboðið hjá 6 ára gomlum børn um. Hugsanin er, at børn ini ferðast í eitt ár á hesi brúgv, har tey hvørki eru barnagarðsbørn ella eru byrjað í skúla, men har tey eru mitt ímillum.
Altjóða gransking vísir, at um foreldur og børn ikki kenna komandi stað, pers ónar og læringsumhvørvi, sum skift verður til um framt at stovnspartarnir báðumegin skiftið ikki kunna seg um námsfrøði, læruhættir og siðvenju hjá hvør øðrum og ikki menna eitt samanhangandi lær ingsumhvørvi kann hetta eina árið tykjast meira ør kymlandi enn mennandi fyri børnini. Men um sam anhangur er, fær barnið brúkt sínar førleikar á tí nýggja staðnum og hevur barnið tí størri møguleika at trívast, mennast og at fella til.
##med5##
Partarnir í skiftunum
Vistfrøðiliga skipanin hjá menningarsálarfrøðingi num Urie Bronfenbrenn er raðfestir skipanir, lut takarar og samstarv, sum havandi størstu ávirkan á trivnaðin og læringina hjá børnum. Størru skipanir nar í samfelagnum, so sum lógir, býti ímillum land og kommunu, tey lokalu um hvørvini, og barnaáskoðan og læruáskoðan á teimum ymisku stovnunum, ávirka skiftini hjá børnum. Eis ini ávirka foreldur, onnur børn og barnafelagsskap urin í samtíðini skiftini hjá børnum. Samstarvið ímill um foreldur og starvsfólk, og millum dagstovn, skúla og frítíðarskúla, ávirkar eisini skiftini hjá børnum.
Um nóg stórur saman hangur er ímillum lógar verkini, barnaáskoðanina, læruáskoðanina arbeiðs hættirnar, sum verða nýttir í teimum ymisku umhvørv unum og luttakarar í skift um, kenna børn seg før fyri at ferðast í nýgg jum støð um sjálvt um hetta til tíðir kann vera bæði trupult og ræðandi. Um børn kunnu brúka sína núverandi vit an í nýgg jum støðum og í tí felagsskapinum, sum tey nú eru ein partur av, kenna tey eitt virði í sær sjálvum. Tá fær tað einstaka barnið dirvi og treysti til fram haldandi læring.
Sum áður nevnt, er tað sera ójavnt, hvussu skift ini hjá føroyskum børn um fara fram. Einki felags krav ella eftirlit trygg jar samanhang í skiftunum hjá børnum í Føroyum í dag. Í summum kommun um verður dentur lagdur á, at børnini kenna staðið, starvsfólkini og javnaldr arnar á tí nýggja staðnum, áðrenn skiftið fer fram. Í øðrum kommunum verður lítið g jørt burtur úr báðu megin skiftini, og tí kann hugsast, at børnini brúka rúma tíð at finna rætta stevið á nýgg ja staðnum, áðrenn tey fella til.
##med6##
Burðardygg skiftir
Sambært gransking úr fleiri Norðanlondum er ein burðardygg loysn skilabest, tá talan er um stovnsskiftir hjá børnum í dagsins sam felagi. Mælt verður til, at arbeitt verður fram ímóti einum sokallaðum tvør professionellum samstarvi millum partarnar í skiftu num.
Hetta merkir, at starvs fólk, sum arbeiða við børn unum á dagstovni áðrenn skiftið, og starvsfólk, sum fara at arbeiða við børnu num í skúla eftir skiftið, og starvsfólk, sum fara at
arbeiða við børnunum í frítíðarskúla eftir skiftið, skulu hittast við javnbjóð is fortreytum, rúma tíð áðr enn skiftini fara fram. Har skulu tey saman skapa og menna eina “nýggja deilda vitan”, sum tekur støði í heildar læringini, menn ingini og trivnaðinum hjá børnum í dag.
Hendan “nýgg ja deilda vitanin” skal trygg ja ein hóskandi, stigvísan sam anhang sum tekur út
gangsstøði í tí, sum barnið kennir frá dagstovninum, men sum stigvíst verð ur tillagað læringsmálum og krøvum í skúla og í frítíðarskúla.
Hetta er nakað, sum vit eiga at arbeiða miðvíst ímóti bæði politiskt, al ment, kommunalt, stovn sliga og ikki minst fakliga í Føroyum.