»Dóttir av Proteus« er býtt í tríggjar partar við tveimum søgum í hvørjum. Tann stutta »Hellan« leggur fyri sum ein vakur prologur frá barnaárunum á útoyggj. Fyrstu setningarnir boða frá markleysum møguleikum: »Á oynni var alt, sum lív kundi lysta hjá einum óvita...«, og tínæst verður alt tað góða, sum finst í paradísinum reksað upp. Men blaðsíðan er ikki hálvgingin, tá ið lesarin fær varhugan av, at bygdin ikki er tann bera friðsæla, at undir tí hugnaliga yvirflatanum liggja aðrar kreftir og lúra. Hellan, fjart frá bygdini og har tey vaksnu ikki seta sín fót, umboðar afturfyri lukkudreymarnar.
Drongurin kennir seg greidliga happaðan av bygdarfólkinum, følir seg persaðan í eina prokrustessong, meðan hellan umboðar frælsið og ævintýrið, ein heimur uttan mark, har tú kanst spæla tey villastu spøl og droyma teymaleysar dreymar. Dreymar, sum fevna líka frá »Sjúrðarkvæðunum« um »Nám Salomon Kongs« til at bjarga eini trímastraðari skonnart.
Spillan í søguni er tey vaksnu - summi av teimum - og mótsetningurin í søguni er júst ímillum tann reina barnaheimin fjart frá bygdini og so ta tvitnu verðina heima í túninum. Hugflog stendur ímóti tvørari gagnhugsan. Kortini er søgan ikki døpur og merkt av vónloysi. Tvørturímóti. Høvuðseyðkennið er ævintýr, hugflog og lívshugur, sum tað ikki fer at lukkast bygdini at køva.
Fals undir fríðum skinni
Næsta søgan við sálmatitlinum »Undir tínum veingjabreiði« leggur fyri við hesi søgn: »Oftast hendi tað, eftir at hann hevði ligið leingi sjúkur«. Orðini rúka av ófrættum, av fyriboðan um óheimligar hendingar og - feigd. Frásøgumaðurin - drongurin Kaisten - fær tíðum kensluna av, at hann hevur mist sambandið við foreldur og systkin, at hann er glataður.
Søgan byrjar sostatt grimmliga, men líðandi hæsar tann óunniliga kenslan av, og vit eru aftur í gerandisdegnum. Og hvar er hesin gerandisdagurin? Jú, hann er »í eini hugnaligari, lítlari bygd«, at síggja til eitt rætt paradís.
Kortini er okkurt, sum ikki ruggar rætt! Hvussu kann drongurin við millumbilum vera so illa heitin, tá ið hann býr í eini tílíkari bygd? Antin er nakað galið við dronginum, ella er okkurt í bygdini, sum eygað ikki sær.
»Undir tínum veingjabreiði« er ein beisk lýsing frá barnaárunum í lítlari bygd, har jagstran og stigmatisering av honum, sum er annarleiðis, er gerandiskostur, og har smádrongurin ikki kann snúgva sær til foreldrini, tí tey hava gloymt ræðslurnar frá uppvøkstrinum.
Bygdin verður lýst við speisemi: har kann eingin synd vera, tí prestar og prædikumenn vitja so tíðum, og restini tekur lærarin sær av, »so mundi nøkur sál hava neyð har á staðnum?«. Og stressaðir ferðamenn, sum vitja, meina, at her má reinleikin búgva.
Síðani vísir høvundurin, hvussu smábygdin stundum kann vera eitt helviti, sum hann ið kemur uttanífrá ikki merkir, men sum serstakliga tann minni menti, sum býr í bygdini, veit alt um. Tað tekur tíð at læra at tulka tað dulda háðið og spottið, »tað kravdi tev og týðarakynstur«.
Ræðslan, sum stundum kemur á Kaisten, er uttan orð. Hann sigur einki við foreldrini, tí tað ber ikki til at lýsa angistina fyri teimum. Og júst tí hon ikki kann orðast, fær eingin hjálpt honum, hvørki Gud ella menniskir.
Hann er verjuleysur ímóti tí tvítýdda, tí ikki sagda, og teir vaksnu nýta hetta sum vápn og miðil at sleppa av við alt tað niðurbundna, sum bilgist innan í teimum. Tað sama verndarloysi gongur aftur, tá ið hann er saman við teimum størru dreingjunum. Meðan øll børnini spæla saman, er tað sum í aldingarðinum, men fyrst ið hann er einsamallur við teimum størru dreingjunum, gerast teir til smámyndir av teimum vaksnu og við minst líka ringari muru. Eitt kvøldið verður Kaisten snøgt sagt neyðtikin.
Søgan kann lesast sum ein syndafalssmyta, har Kaisten er menniskjað í aldingarðinum, ið sum frá líður gerst alt meira greitt yvir, at syndin er komin inn í heimin. Bæði deyðin og seksualiteturin leika á, og tað eru júst hesi, sum saman við ævinleikanum og Gudi gera vart við seg, tá ið herðindini av angist koma á hann. Friður er bert í løtum, tá ið stór og smá beistast saman »og alt var spæl og gloymska«.
Eins og drongurin ikki veit, hvussu hann skal tulka tað, sum teir vaksnu menninir siga og gera, veit hann heldur ikki, hvat Gud vil honum. Tað lúnuta hjá teimum gudlýdnu og hjartareinu bygdarmonnunum verður flutt yvir á Gud. Fanarnir eru jú gudsóttandi. Úrslitið er, at drongurin ikki ræðist Illamann, men Gud!
Drongurin veit ikki, hvørji krøvini eru, sum Gud og tey vaksnu seta honum, men hann hevur varhugan av, at hann, hvussu tað víkur og vendir, ikki lúkar tey - og tilveran er á tremur av iva og ræðslu. Hann følir, at alt sum kemur oman yvir hann, hevur hann sær sjálvum fyri at takka, og á heimferð, eftir ta ringu viðferðina, hevur hann hesa viðmerking til tey vaksnu: »tey vaksnu, hugsaði hann, so býtt, so góðvarin, so sakleys«. Tey vita ikki av tí sortudíki av skomm og synd og óreinheit, sum er tann heimur, drongurin ferðast í.
»Undir tínum veingjabreiði« er ein svíðandi lýsing av tí falsi, sviki og óndskapi, sum býr undir tí friðsæla yvirflatanum í tí lítlu bygdini. Barnaárini verða ein reinsanareldur av happing og meinfýsni, ein gonga í ævigum ótta fyri ikki at gera tað rætta, fyri ikki at gerast rættur maður. Ivi og tvørrandi sjálvsálit verða sádd í barnaárunum og gerast seinni ein høvuðsmeinbogin í lívinum hjá tí unga manninum.
Sperdur og
við tap í hendi
Annar partur fevnir eisini um tvær nær skyldar søgur, »Tann bláa kannan« og »Dóttir av Proteus«. Vit eru nú stødd í teimum fyrstu vaksnamannaárunum og í ávikavist Keypmannahavn og Havn. Býirnir báðir eru knýttir at hvørjum øðrum, kanska serliga fyri hann sum fær sær útbúgving, og tá ið tú ert í øðrum, er hin so mangan í baksýninum.
»Tann bláa kannan« fer fram eitt heitt vár í stórbýnum, og frásøgumaðurin liggur vakin og snarar og vendir sær og hugsar um heimlandið og foreldrini, og hoyrir náttúruna siga: »Lívið er bert eina ferð, far út og tak tað, meðan tað er«. Men tað er júst hetta, hann ikki vágar, sjálvt tá ið hann fær møguleikan latnan upp í hendurnar.
Hann hevur fingið tokka til gentuna Rúnu, og sum frá líður, gerst hon hansara eitt og alt. Í fyrstu atløgu er sambandið á tí intellektuella bógnum, og tey tosa um alt ímillum himmal og jørð. Tann kropsligi parturin verður ikki drigin uppí, hann verður í staðin nøktaður í studentalívinum, har tað andliga afturfyri ikki eigur sess. Tilveran er býtt upp, og teir einstøku partarnir standa leysir av hvørjum øðrum: hugur fyri seg og hold fyri seg. Og sjálvsagt er hetta ikki ein varandi støða. Rúna vil meira enn hugflog, men okkara maður ansar sær ikki løgini. Og tá ið vinmaðurin og vallarin Gustav, ið ikki hevur lyndi at lata seg niðurbinda av djúphugsni, kemur framvið, er so stutt, til hann er horvin við gentuni.
Gustav er mótsetningurin hjá frásøgumanninum. Hann tekur sær av løttum og letur seg ikki darva av tilveruspurningum. Fyri hann er tilveran, og í kappingini við tann niðurbundna, hugsanarsama, gerst hann sigurharri, tí hann mótsett hesum torir at grípa lívið.
Í endanum verður tráðurin frá teimum undanfarnu søgunum tikin uppaftur. Enn einaferð veit hann ikki, hvat tey vaksnu - í hesum føri foreldrini - hava í hyggju. Sum ikki einaferð ger barnastøðan vart við seg í vaksnamannaárunum, og tí tú ongantíð ert komin til sættis við hana, sýnir hon seg eins og í hamferð og boðar frá vanlagnu og trega. Nøkur gongd leið hómast ikki.
Í tittulsøguni »Dóttur av Proteus« hevur høvuðspersónurin aftur trupulleikar við at taka við møguleikanum, tá ið hann býður seg fram, og frammarlaga í søguni verður sagt: »Men hann fekk ikki tikið avgerðina, beint tá hann skuldi, hann lorkaði løgini burtur«. Søgan fer fram í einum ølklubba í Havn eitt vikuskiftiskvøld, og afturlítandi brot verða flættað inn í lýsingina av leikinum í ølklubbanum. Klubbakarmurin eina tílíka nátt er væl raktur, men snaraður í tað beiska borðið, tí hann í veruleikanum er sæddur av einum eygleiðara og ikki einum luttakara. Huginum at tríva eftir lívinum, sum fullbúgvið er sett fyri hann, bilar einki, men onkursvegna dugir hann tað ikki, so at tað aloftast er ov seint, tá ið hann endiliga raknar við.
Gentan, sum hugur hansara stendur til, verður lýst soleiðis: »hon var sum ein dóttir av Proteus send inn í ætt teirra einhamaðu at skapa kaos, ruðuleika, hóttafall«. Eins og Proteus hevur hon óteljandi hamar og er tí hál at halda um. Tá ið náttin er av, er hon farin avstað við einum øðrum, og høvuðspersónurin má fara heim til gentu, ið bíðar eftir honum, men sum hann ikki er førur fyri at elska: »Tað kendist, sum bankaði onkur upp á hansara hjartarúm, og sum fekk hann ikki latið upp, hvussu fegin hann so vildi, tí lykilin lá fjaldur djúpast á havsins botni«.
Tittulin, »Dóttir av Proteus«, er ikki ein vanligur føroyskur bókatittul. Tað grikska navnið er sjálvandi rárt, men tað, sum ger vart við seg, er tann lítla fyrisetingin »av«. Hon er ikki vanlig í føroyskum, og ummælarar høvdu fremstafingur á lofti og gjørdu høvundin varan við, at hann átti at vitað betur. Tað ger hann ivaleyst eisini. Fyrisetingin er ikki ein málslig villa, men ein heilsan til griksku týðingarnar hjá Janusi Djurhuus, og her fyrst og fremst til »Ilionskvæði«.
Girnd og happing
Tær báðar søgurnar í triðja parti, »Gerontiskt millumspæl« og »Tann nýggi maðurin«, eru rættiliga ymiskar. Meðan tann fyrra søgan stendur fyri seg sjálva í mun til restina av savninum, so tekst tann seinna við spurningar, sum vóru havdir á lofti í teimum báðum fyrru pørtunum.
Tað er ein dámur av Rikard Long yvir »Gerontiskum millumspæli«. Fyrstu setningarnir eru: »?Det är skönt att bli gammal?, sigur ein persónur í stuttsøguni Det mörknar över vägen eftir Hjalmar Söderberg«. Bæði heilsanin til aldurdómin og Söderberg eru fastir tættir í skaldskapinum hjá Rikard Long.
Tittulin spælir upp á tvinnanda týdningar; á annan bógvin eitt millumspæl í aldurdóminum - høvuðspersónarnir eru flestir eldri menn - og á hin bógvin á samsvar við teir harðrendu gomlu ráðharrarnar í Sparta.
Frásøgumaðurin er ein friðarligur bókhaldari, sum á eini flogferð úr Danmark hittir stórhandilsmannin Antinis Pálsson, ið elskar gamlar lutir og sum vil gera alt fyri at fáa hendur á teimum. Hann er um 70 ára aldur, men ellin hevur ikki spekt hann, tvørturímóti. Hann dugir sær ikki hógv, men júst tað hevur alt lívið fingið onnur at flutt seg fyri honum. Klimaks í søguni er, tá ið frásøgumaðurin noktar at vera Antinisi Pálssyni til vildar og koyrir hann á dyr. Handilsmaðurin fær ein hvøkk og doyr tveir mánaðir seinni, av tí dyggu mótstøðuni verður sagt millum manna. Tann at síggja til lítillátni mentamaðurin basir tí harðrenda umboðnum fyri ta sálarleysu kraddaramentanina.
Í seinastu søguni,»Tann nýggi maðurin«, verður ein smádrongur illa argaður av arbeiðsfelaganum hjá frásøgumanninum Gunnari, til hesin steðgar honum. Stutt frammanundan er argingarmaðurin - Sofus eitur hann - sjálvur argaður av einum timburmanni, ið skeitir, og Gunnar minnist frá fríkorterum í skúlanum ein grátandi smádrong, sum varð eyknevndur Skeiteygað.
Timburmaðurin, sum hevur verið happaður, ger tað sama við tann dølska arbeiðsmannin, sum hann veit er veikari, og arbeiðsmaðurin roynir at lætta um sína stigmatisering við at arga tey einastu, sum eru veikari enn hann: børnini. Tað er sum ein harmonikusamanstoytur, hvør skumpar undir tann næsta, og tað verður altíð traðkað niðureftir, á tann veikara.
Gunnar hevur ilt við at gera nakað, kennir seg settan fastan, men hann tekur sær um reiggj og steðgar argingini. Gunnar er tann fyrsti persónurin í teimum fimm samanbundnu søgunum sum veruliga ger nakað, og harvið verða nýggir møguleikar latnir upp. Kanska er tað ikki ein stórhending, sum er farin fram, men tá ið Gunnar á kvøldi fer til húsa, er hann í góðum hýri. Tað fyrsta lítla stigið er tikið.
Søgurnar í »Dóttur av Proteus« eru meira intellektuellar enn føroyskar søgur flestar, tær eru tekin um, at ein broyting er ávegis í føroyskum skaldskapi. Útheimurin - og her serstakliga europeisk og amerikonsk mentan - ger vart við seg í størri mun enn annars.
Søgurnar eru úrslit av djúphugsni, sameindum við málsligan meistaraskap, við einum ríkidømi av litføgrum og rámandi metaforum. Í fleiri av søgunum - men serliga í teimum báðum fyrstu - er ein kensla av at vera uttanfyri; ikki beinleiðis av at vera hatifuglur, men ikki at hoyra til sum onnur og sum tey at vera ein partur av tí dagliga samfelagsumhvørvinum. Í øðrum søgum hugsar høvuðspersónurin ov nógv og ger ov lítið. Tankarnir eins og seta fót fyri hansara ætlanum, og hann letur vera. Í seinastu søguni bragdar tó í honum, og ein neisti hómast.
Alt metur um kvinnuna
Í 1982 kom annað savnið hjá Hanusi Andreassen, »Við tendraðum lyktum«, og longu fyrsta søgan, »Bræv til eitt blomstur«, trívur í eitt av høvuðstemunum úr »Dóttur av Proteus«. Tað snýr seg um at taka við møguleikanum, tá ið tú fært hann latnan upp í hendurnar, nakað sum persónarnir í undanfarnu bókini høvdu ilt við. Her hevur høvuðspersónurin eitt øðrvísi áræði, »Fyri eina ferð skyld stóð eg ikki fastur«, og hann torir at taka løtuna, og verður løntur fyri tað.
Gentuna, sum hann er romantiskt hugtikin av - legg merki til tittulin! - lærir hvørki hann ella lesarin at kenna í søguni, men hann er hjá henni eitt fruktabart bil, og við gentuni er vónin støðugt í honum. Søguhátturin, har frásøgumaðurin gevur seg til kennar sum tann skrivandi, »nú meðan eg skrivi«, heldur eisini møguleikanum opnum, at hann lutvíst skrivar til gentuna og altso er henni nær. Hinvegin kann hann eisini bara skriva til sín sjálvs. Hvussu er og ikki, so er væl meira framtak í hesum persóninum enn í teimum í undanfarna savninum.
Nortið verður eisini við hetta ikki rættiliga at hoyra til, ikki at passa inn í gerandisætlanina, at hava aðrar dreymar enn fólk flest: »Vart tú sum eg, í loyndum ein svíkjari - móti gerandisdegnum, tí tryggu krubbuni, roknistykkinum, sum altíð gekk upp? Sást tú fyri tær, ikki ta gráu grómuna, men tað stóra litspælið?«. Hetta eru tankar, sum lesarin kennir aftur líka frá »Helluni« um »Ta bláu kannuna« og til »Tann nýggja mannin«. Jú, vit ferðast á kendum gøtum.
»Á leirfótum« er kærleikssøga, har vit eru stødd eitt hugnakvøld á einum kamari á einum studentagarði í Keypmannahavn. Tá ið gestirnir eru farnir, fara Enokkur og Anna, sum bert hava kenst í fáar vikur, í song saman. Enokkur verður burtur í ørandi elskhugi, men seinni, tá ið Anna er sovnað, gerst hann í allari sínari gleði ótryggur. Hann veit, at hann skilur ikki Onnu, kvinnuna - eitt vanligt fyribrigdi í søgunum hjá Hanusi - tað er tó ikki bara tað, sum skapar ófrið í sinninum, men eisini varhugin av, at tá ið tú hevur fingið eitthvørt, so kemur eisini vandin fyri at missa tað sníkjandi.
Sum so mangan eru kvinnuni tillutaði næstan yvirnatúrlig evnir í mun til mannin. Hon kann fara við honum, sum tað hóvar henni, og tann trølsligi mátturin røkkur langt. Kvinnan og kærleikin hava alt at siga, og tey standa sum ein dyggur mótsetningur til tann kalda studentagarðin og alt betongið, sum umgyrðir hann. »Á leirfótum« er um ástina, sum í løtum kann flyta teg upp á eitt hægri støði, men hon er eisini um, hvussu lætt tað er at spæla av við hendan viðbrekna og loftfima dýrgrip.
Deyð mentan
Tað livandi lívið mótvegis deyðari fornminnissavnsvitan er tema í »Aymée«. Eg?ið umboðar eina dynamiska lívsáskoðan, meðan harra Persson og húski eru stívnað í eini statiskari. Tey hjá Persson samla upp á vitan um gamlar mentanir og kjakast um samfelagsviðurskiftir tá á døgum, meðan samtíðin ikki hevur tann nógva áhugan, hóast harra Persson er politikari.
Tann upprunaliga søtleikaborna og livandi dóttirin Aymée er stirðnað undir ávirkanini frá tí ráðaríka pápanum og tí eftirapandi familjuni, og eisini hon hevur lagt seg eftir teirra - les: hansara - áhugamálum. Hennara viðurskiftir til list og lívið sum heild eru ikki ektað og spontan; ein múrur er millum hana og umheimin. Hon ger ikki tað, hon hevur hug til ella kennir, men tað foreldrini - les: pápin - vilja hava hana til.
Søgan er spotsk á nakað sama hátt sum »Gerontiskt millumspæl« úr »Dóttur av Proteus«, og er somuleiðis um fólk, sum pynta seg við deyðari mentan og ikki virða tað spírandi lívið. Heimur teirra er eins og ein sarkofagur, og tey ferðast í deyðans skugga. Eftir at hava verið saman við Aymée og familjuni hjá henni er frásøgumaðurin noyddur til bókstaviliga at tváa sær í regninum, fyri aftur at fáa samband við veruleikan og lívið. Fyri Aymée gerst einki, hon er med alla vorðin ein saltstólpi.
»Holdsins morgun« fer fram í sama slag av bygdarumhvørvi sum »Hellan« og »Undir tínum veingjabreiði« og kann fatast sum eitt framhald av hesum báðum søgunum, hóast høvuðspersónurin nú eitur Edmund. Søgan er um synd og samvitsku, nú drongurin nærkast kynsbúningaraldri, og hann hevur ilt við at sameina ta kropsligu menningina við reinleikakrøvini hjá bygdini.
Ein avgerandi munur frá teimum nevndu søgunum er, at Edmund ikki ræðist teir vaksnu, tvørturímóti »tókti honum næstan synd í teimum«. Hann hevur aðrar og størri trupulleikar at takast við og leggur seg á knæ í hjallinum at biðja um fyrigeving fyri tankar og gerðir, men so stingur nakað seg upp: »Hevði hann biðið av heilum huga? Ella hevði hann bara ... spælt sjónleik?«. Ivin stendur bert við eina lítla løtu, so »eins og ypti hann øksl innantanna« og fer niðan í urtagarðin. Frá at hava fjalt seg í skitnum neystum og hjøllum við roykinum av tjøru og lakaspiki at stuðla upp undir syndina, ger hann knappliga av at fara niðan í urtagarðin, har »Alt var so staðið«, og hann verður burtur í kryddraðum anga. Eftir at hava verið tyngdur niður av, at hansara kenslur mugu vera synd, gerst hann fríur og kann fara inn í ein blómandi heim. Edmund verður ikki koyrdur úr aldingarðinum, men fer tvørturímóti inn í hann.
Stuttsøgurnar hjá Hanusi Andreassen eru mangan afturlítandi, sagt verður frá eini horvnari tíð - oftast unglingaárum - og í hesum minna tær ikki sørt um søgurnar hjá Hjalmar Söderberg, ið kallast historietter. So er eisini í »Við Edgar Allan Poe í Sólhavn« - »Sum tað er merkiligt at hugsa um tey fyrstu ungdómsárini« - har frásøgumaðurin Rikard og vinmaðurin Cecil fara á eina av teimum føroysku summarstevnunum. Søgan fer fram í tí tíðarskeiðnum, har tú ikki ert unglingi longur, men hinvegin ert tú ikki farin inn á tína lívsrás, og - sum høvundurin sigur -: »tá er ævintýrið har«.
Rikard og Cecil eru vorðnir vinmenn, tí teir arbeiða á sama arbeiðsplássi, og báðir eru hugtiknir av Edgar Allan Poe. Tittulin sipar til, at frásøgumaðurin meinar at síggja líkleikar millum Poe og Cecil, tað er okkurt duldarfult yvir Cecili, ein óvikandi hørð lagna. Eftir at báðir hava upplivað stevnuna við brennivíni og konufólki - aftur her torir okkara maður at liggja framvið - sigur Cecil frá tí horvnu lukkuni, sigur frá eini stórtíð hjá familjuni, sum ongantíð fer at koma aftur. Hann og pápin og familjan eru dømd at fjakka heimleys á fold í tómrúminum millum listaheimin og borgaraheimin, eins og Poe var tað. Somuleiðis gerst tað undir lesnaðinum greitt, at føroyska søgan eisini skal lesast í mun til søguna »Ligeia« hjá amerikanska høvundanum.
Poe gyklar dreymaumhvørvi og óveruligar persónar, men við veruligari ræðslu, veruligum kærleika, veruligum hatri, veruligari skuldarkenslu, veruligum óhugna. Hetta er hansara bragd. »Við Edgar Allan Poe í Sólhavn« avmyndar vanligt føroyskt umhvørvi við vanligum menniskjum, men fitt av lýsinum niður yvir søguna stavar frá Poe, og í sínum lag fær hetta aðrar skuggar fram enn teir vanligu. Hartil kemur, at tann tvítáttaða kenslan av angist og atdráttri, sum eyðkennir kvinnumyndirnar hjá Poe, heldur ikki er púra fremmand í søgunum hjá Hanusi Andreassen.
Ein burturmist tíð
Tittulin »Á hinari breytini« sipar til, at frásøgumaðurin, tá ið hann hugsar um eina lítla bygd, hann eitt skifti búði í, kennir seg »á eini aðrari breyt, eini breyt gjørdari úr fortíð og skýming og hógvi, breytini hjá abbum og ommum og langabbum og langommum tínum«. Tað ræður um at minnast, um ikki at missa sambandið við forfedrarnar og siðaarvin, sum her verður lýstur sum ein onnur gøta, enn tann tú dagliga gongur á, sum jú peikar út í framtíðina, har uppgávur liggja framman fyri stavn. Á henda hátt verður víst á, at hóast tú ikki skalt gloyma tín uppruna, so er tað vandamikið at floyma seg burtur í fortíðini, tí lívið hjá tær er nú og komandi. Best er ikki at fara longri enn at droyma um ta farnu friðsæluna, tó at tú hevur eina kenslu av at hava mist okkurt.
Pinkubygdin í »Á hinari breytini« hevur ikki nógv í felag við bygdarlýsingina í »Undir tínum veingjabreiði«. Her er einki háð, eingin óreinur látur og slatur, men óspilt menniskir og náttúra. Frásøgumaðurin hevur tó bert búð í bygdini tvinnanda vaksnamannaár, er tí ikki fløktur upp í bygdina, sum var hann uppvaksin har, og kann tí líta at henni við nýggjum eygum.
Í seinastu stuttsøguni »Gull« hómast at enda ein glotti í tilverumjørkanum. Temuni eru tey somu sum í teimum undanfarnu søgunum, men eg?ið vísir eitt øðrvísi áræði enn fyrr. Í stuttum: hann tekur sær annað skinn um bak.
Eins og í »Bræv til eitt blomstur« er gentan í »Gull«, sum frásøgumaðurin tilbiður, reyðhærd og gátufør og ber bládýpið í sær, og eins og í tí fyrru søguni sigur hann við hana, hvussu vøkur hon er, og hvussu hann elskar hana. Her verður hann við sviðið soð, men kann tó gleðast um at hava hitt hana, og bara tað at hava møtt henni gyllir hansara tilveru.
Tað er eisini úr »Gull«, at tittulin »Við tendraðum lyktum« stavar: »Kvøld eru sum skip, tey kunnu sigla við sløktum ella tendraðum ljósum«, tvs. gleðiskvøld; og seinni, eftir at gentan hevur víst hann frá sær: »Tvey skip høvdu umskarast úti á tí myrka havi, heilsast við tendraðum ljósum og vóru so farin hvørt sína leið«, tvs. alt er opið, einki er dult. Samanumtikið: persónarnir ganga við opnum eygum og royna ikki at dylja nakað, og harvið verða teir fríari og hava størri møguleika at fáa nakað burtur úr lívinum.
Seinasti teksturin í savninum er ritroyndin »Keisarin og eg« um kvæðini og dansin, um hvussu høvundurin kunnaðist við tey, og hvat tey hava at týða fyri hann. Serliga persónurin Karlamagnus, haðani tittulin. Kvæðagreinin er samstundis ein frásøgn um ta vaknandi tilvitanina um, at tilveran er ikki svørt/hvít, at menniskjað er ikki bara gott ella ónt, at lívið er meira fløkt enn so.
Bráðfeingis úrskurður
Tær átta søgurnar í »Við tendraðum lyktum« eru yvirhøvur mildari enn søgurnar í »Dóttur av Proteus« og mangan merktar av sorgblídni, og tað svíðandi bit, sum t.d. var í »Undir tínum veingjabreiði«, er ikki til staðar her.
Ein tráður í teimum flestu søgunum er ein ótrúlig virðing fyri kvinnuni, ein tilbiðjan, sum nærkast hálovan. Kvinnurnar eru vísar og loyndarfullar og hava eina styrki í sær, sum er eldri enn okkara tilvitan, og sum maðurin bert kann royna at gita sær til. Tað eru tær, sum gera lívið vert at liva.
»Við tendraðum lyktum« leggur seg í slóðina eftir »Dóttur av Proteus«, og høvuðspersónarnir stríðast við somu trupulleikar. Hava viðhvørt størri áræði - tora at nærkast kvinnuni - men hava annars sum heild akkurát líka ilt við at fóta sær í tilveruni. Seinasta søgan ber kortini boð um, at ein slóð hómast, hon verður ikki løtt og einføld at ganga, men hon er har. Ein fyribils niðurstøða er funnin.