Hollendski venjarin, Louis van Gaal, hevur í dag boða frá, at hann steðgar sum venjari á hægsta stigið.
Louis van Gaal starvaðist seinast sum høvuðsvenjari í enska stórfelagnum, Manchester United, har hann í summar varð avloystur av José Mourinho sum venjara.
Hóast hollendarin ikki var tann stóra sólskinssøgan á Old Trafford, hevur Louis van Gaal allíkavæl eitt flott CV sum venjari. Hann hevur megna at vunnið Champions League við bæði Ajax og Barcelona, umframt at hann hevur vunnið meistaraheitið við Ajax, FC Barcelona, AZ Alkmaar og Bayern Munchen. Eisini vann hann bronsu við hollendska landsliðnum til HM í Brasil í 2014.
Men hóast flottu avrikini, er tað eitt heldur sermerkt avrik, ið Louis van Gaal sjálvur útnevnir sum tað besta steypið, sum hann hevur vunnið. Við hollendska blaðið De Telegraaf, sigur Louis van Gaal.
- Tað størsta sum eg náddi sum venjari, var at vinna FA Cup við Manchester United. Tað sigi eg eg tí at tann enska pressan alla tíðina var eftir mær og gjørdi tað trupult hjá mær at virka sum venjari í felagnum. Tí kennist tað sum mín besti sigur.
Louis van Gaal er 65 ára gamal.