Skeltið á myndini er helst ikki millum mest vanligu ferðsluskeltini, sum eru at síggja. Í øllum førum mundu útsendu blað- og myndamenninir undrast eitt sindur, tá vit á Oyggjaleikunum í summar komu fram á skeltið.
Boðini er stutt og greitt, at bilar mugu ansa eftir flogførum, tá koyrt verður fram við hesum lítla vegastrekkinum í Sumburgh í Hetlandi. Tangin, har flogvøllurin er lagdur, er snøgt sagt somikið smalur, at tað valla er meira enn einir tveir metrar millum koyrivegin, sum vanliga bilferðslan nýtir, og so sjálvan flogvøllin. Og tí er vandi fyri, at flogførini ikki eru meira enn nakrar fáar føtur yvir vegnum, tá tey flúgva framvið.
Vit vita tó ikki enn, hvørt flogskipararnir hjá Atlantic Airways hava fingið nakra serstaka ávaring um at ansa bilunum, tá teir í summar fara at flúgva til Sumburgh. Men nú er ávaringin í øllum førum givin víðari.