Atlantic Petroleum á vandalista

Økonomisk Ugebrev hevur Atlantic Petroleum á einum lista fyri fyritøkur, sum eru í vanda fyri húsagangi. Hesum vísir Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, aftur

Á einum lista, sum Økonomisk Ugebrev í Danmark hevur gjørt, er Atlantic Petroleum á einum lista við 22 øðrum fyritøkum, sum eru í vanda fyri húsagangi. Víst verður á, at føroyska oljufelagið er í serliga stórum vanda útfrá greiningini, sum er gjørd frá roknskapinum fyri 2008.

Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, vísir aftur, at felagið er í trupulleikum í dag.

- Hatta er ein kanning, sum er gjørd út frá tølum fyri ultimo 2008, og grundgivið verður, at hendir onki munagott, so er felagið í veruligum trupulleikum. Vit hava gjørt nógvar broytingar, sum eisini lógu í kortinum tá, men av tí at greiningin er gjørd frá tølum, tá oljuprísurin var lágur og felagið bíðaði eftir nøkrum hendingum, sum vóru seinkaðar, so sær úrslitið soleiðis út, sigur stjórin í Atlantic Petroleum.


Støðan broytt

Vilhelm Petersen vísir á, at støðan í fyritøkuni er munandi broytt, millum annað við at skuldin ikki longur er stuttfreistað.

- Vit máttu gera nakrar broytingar, og tær hava vit gjørt. Í upplýsingunum hjá Økonomisk Ugebrev er skuldin hjá felagnum stuttfreistað, men hetta varð til dømis broytt í summar, sigur Vilhelm Petersen.

Somuleiðis sigur hann, at tingini síggja nógv bjartari út nú, og at tað alla tíðina var ætlanin at gera broytingar fyri at styrkja felagið.

Økonomisk Ugebrev vísir eisini á, at fyritøkurnar, sum eru nevndar í greiningini hjá teimum, hava gjørt munandi broytingar síðan 2008, har leiðslurnar hava arbeitt við bjargingarætlanum.