Teir byrjaðu alment tann 7. maj 1999, og nú knapt hálvt ár seinni er liðugt.
Tá klokkan fer um midnátt gevst Atlantic Radio at senda, og í tí sambandi lat Lárus Robert Árason, stjóri í fyritøkuni Sp/F Atlantic Radio loftmiðlanevndini sendiloyvi aftur.
Turbulent tíð
Tað kann ikki siagast annað enn, at hetta hálva árið, sum Atlantic Radio var "í luftini" var eitt sera turbulent tíðarskeið.
Starvsfólkið á nýggju rásini gekk inn fyri sakini við lív og sál, og sambært egnum upplýsingum, uttan løn. Tann støðan vísti seg ikki at halda í longdini, og tá september mánaði var hálvrunnin var tolið endaliga uppið.
Lønin skuldi á borðið og kom hon ikki tað, so góvust tey at starvast á støðini 1. oktober.
Løn kom eingin og tí gjørdu starvsfólkini álvara av hóttanini og fóru heim.
Blokada og nevar
Smátt um smátt kom alt meir undan kavi um radiostøðina, og tað vísti seg, at arbeiðsklimaið á støðini ikki var betri enn gott.
Eitt kvøldið um mánaðarskiftið september-oktober føldu fyrrverandi starvsfólk seg noyddan at seta blokaduvaktir uttan fyri støðina fyri at tryggja, at leiðslan ikki rýmdi við útgerðini, sum eftir øllum at døma er einasta aktivið hjá støðini.
Tað gekk harðliga fyri seg, og tað eina kvøldi vóru nevarnir á lofti. Løgreglan koyrdi í pendulfarti millum Jónas Broncksgøtu og Hoyvíksvegin, men líka so brádliga sum blokadan byrjaði, endaði hon.
Miseydnað bjargingarroynd
Seinasta vikuskiftið royndu eigararnir at gera eina seinastu roynd at endurskipað støðina. Kreditorarnir hjá fyritøkuni fingu fyrispurning um at strika skuldina ella umleggja hana til partapening. Harafturat vóru teir, og aðrir, spurdir um teir vóru áhugaðir at seta nýggjan partapening í.
Á hesum fundum kom fram, at skuldin hjá støðini var o. u. 1,4 mió. krónur, og tað er undrunarvert tá havt verður í huga, at støðin bert hevur sent í eitt hálvt ár.
Kreditorarnir vildu kortini ikki veita støðini ta hjálp hon hevði fyri neyðini og við tí datt bjargingarætlanin á gólvið.
Eftir tað hevur leiðslan á Atlantic Radio so avgjørt, at fara til Loftmiðlanevndina og geva teimum sendiloyvi aftur, og samstundis boða frá,, at Atlantic Radio gevst at senda á midnátt.
Við hesum verður so aftur bara ein útvarpsstøð í Føroyum, og um góðar tveir tímar fer aftur at físa á "one o one point five" (101,5)...