Atlantsflog er bíligari

Serliga um tú skalt út at flúgva við børnum. In.fo hevur kannað prísirnar hjá SAS og Atlantsflog á útvaldum túrum komandi vár og summar.

 

Í gjár komu tíðindini um, at SAS fer at flúgva dagliga millum Keypmannahavn og Føroyar frá 27. mars næsta ár. Tíðindini hava verið væl móttikin í Føroyum, ikki minst tí, at SAS boðaði frá, at prísurin fór at vera úr 649 krónum fyri einvegis ferðaseðlarnar.

 

Í dag hevur in.fo kannað prísin á útvaldum túrum komandi vár og summar og samanborið prísirnar hjá SAS og Atlantsflog.


Bíligari enn lýst varð

Fyrst er at siga, at tá SAS lýsir við prísum úr 649 krónum, so er tað ikki heilt rætt. Sannleikin er, at á nógvum túrum er prísurin 598 krónur.

 

Hóast hetta, so er Atlantsflog nærum altíð bíligari. Vit hava kanna prísirnar fyrstu dagarnar eftir, at SAS byrjar at flúgva, í páskaferiuni, um hvítusunnu og fyrstu vikurnar av summarfrítíðini. Prísirnir vit hava kannað er aftur og fram, tí vit skulu jú heim aftur eisini.

 

Fyrstu túrarnir

Útferðin er frá 26. til 30. mars og heimferðin fýra dagar seinni, tvs frá 30. mars til 4. apríl. Í hesum tíðarskeiðnum er prísurin hjá Atlantsflog 1.398 krónur allan vegin ígjøgnum, meðan hann hjá SAS er úr 1.247 krónum upp í 2.172 krónur.


Páskafrítíðin

Páskafrítíðin næsta ár er frá 8. til 17. apríl. Vit hava kannað prísirnar við útferð frá 8. til 13. apríl og heim aftur 17. apríl. Prísurin hjá Atlantsflog er 1.931 krónur, uttan við útferð 8. apríl. Tá er prísurin 2.131 krónur. Prísurin hjá SAS í páskafrítíðin er úr 1.873 krónum upp í 2.499 krónur.


Hvítusunna

Skalt tú út at ferðast á hvítusunnu sparir tú stívliga 150 krónur við at velja nýggja kappingarneytan. Útferð 2. juni og heim aftur 5. juni kostar 1.247 krónur við SAS og 1.398 við Atlantsflog.

 

Summarfrítíðin

Í summarfrítíðini, sum byrjar 24. juni, er meginreglan tann, at um tú ikki flýgur sunnudag, er bíligari at nýta SAS. Prísurin hjá teimum er úr 1.247 krónum í 1.346 krónur, uttan so at tú flýgur sunnudag. Tá liggur prísurin millum 2.699 og 2.949 krónur. Hjá Atlantsflog er prísurin 1.398 krónur allar dagarnar, vit hava kannað.

 

Tann meginreglan er galdandi alla tíðina. Meðan prísirnir hjá SAS oftast liggja millum 600 og 700 krónur annan vegin, kostar ein ferðaseðil vanliga yvir 1.400 krónur sunnudagar.


Viðføri

SAS gevur tær eitt lítið sindur meiri viðføri við, 23 kilo, í mun til tey 20 hjá Atlantsflog, men meðan Atlantsflog loyvir tær at hava tvey kolli, so loyvir SAS bara eitt. Vilt tú hava meiri viðføri við, kostar eitt eyka kolli hjá SAS 379 krónur, meðan eyka viðføri við Atlantsflog kostar 40 krónur fyri hvørt kilo. So skalt tú bara hava eitt lítið sindur meiri við, loysir Atlantsflog seg betri, meðan skalt tú hava eitt heilt kuffert afturat, loysir tað seg skjótt at velja SAS fram um. Um vit einans hugsa um prísin á viðføri.

 

Maturin er í høvuðsheitum bílgari hjá Atlantsflog, men barnamatskráin sær út til at vera eitt sindur sunnari hjá SAS.


Børnini

Eitt annað týdningarmikið atlit er tó at taka hjá mongum. Meðan børn millum tvey og ellivu ár fáa 50 prosent avsláttur hjá Atlantsflog, veitir SAS bara 25 prosent avsláttur. Hetta merkir, at um fleiri børn eru í ferðalagnum, verður skjótt nógv at spara við at velja Atlantsflog.