Almenna ukrainska tíðindastovan Ukrinform veit í morgun at siga, at átta fólk eru dripin í russiskum rakettálopi á Kyiv í nátt.
Sagt verður, at seks av teimum dripnu høvdu starv hjá almenna jarnbreytarfelagnum.
Umframt tey, sum lótu lív, eru fimm særd í álopunum, harav trý børn.
Ein røð av ógvusligum spreingingum vóru at hoyra í ukrainska høvuðsstaðnum, eftir at loftverjan í Kyiv ávaraði um eitt russiskt ballistiskt álop.
AFP-tíðindafólk í Kyiv siga, at tey hoyrdu tólv ógvusligar spreingingar og sóu fleiri ljósglæmur á himmalinum í náttarmyrkrinum.
Russar siga seg hava lopið á orku-og hernaðarmál í Kyiv og Odessa, sum er ein av ukrainsku svartahavsbýunum.
Ukrainskar dronur hava eisini lopið á mál í Russlandi í nátt, og eitt nú er býurin, Novokujbysjevsk í russiska Samara-fylkinum, raktur.
Tað veit guvernørurin í Samara at siga.
Sagt verður, at í býnum, Novokujbysjevsk og í økinum kring Volga-ánna, hava russar fleiri oljureinsiverk, sum almenna felagið, Rosneft, rekur.











