Runavík er komin upp á 93 prosent av skuldarloftinum

Runavíkar kommuna hevði størsta hallið av øllum kommunum í 2025 og er samstundis tann kommunan, sum er næst skuldarloftinum.

Fíggjarliga rásarúmið hjá Runavíkar kommunu er vorðið avmarkað.

 

Við árslok 2025 hevði kommunan 278,8 milliónir krónur í nettoskuld. Tað svarar til 93 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum skuldarloftið verður roknað eftir.

 

Sambært kommunustýrislógini krevst loyvi frá landsstýrismanninum til nýggja lántøku og broytingar í lánitreytum, um nettoskuldin fer upp um árliga inntøkugrundarlagið.

 

Runavík er sostatt bert sjey prosentstig frá hesum markinum.

 

Kommunan hevði eisini størsta hallið í 2025. Rakstur, íløgur og rentur vóru tilsamans 34,6 milliónir krónur hægri enn nettoinntøkurnar frá skatti.

 

Runavíkar kommuna brúkti 229,3 milliónir krónur til rakstur og 108,2 milliónir til íløgur. Nettorentuútreiðslurnar vóru 10,9 milliónir krónur, meðan nettoinntøkurnar frá skatti vóru 313,7 milliónir.

 

Klaksvíkar kommuna er næst skuldarloftinum við 87 prosentum. Skopun og Eysturkommuna eru báðar á 69 prosentum, meðan Sands kommuna er á 65 prosentum og Fuglafjarðar kommuna á 61 prosentum.

 

Eingin kommuna var farin upp um skuldarloftið við árslok 2025.