Avalon leggur at á Gomlurætt

Ætlanin var at rógva inn í Havnina, men ringa veðrið ger, at Avalon verður sleipaður inn á Gomlurætt.

Tað hevði gingist so at rógva síðstu dagarnar, men tá teir sóu land byrjaði at ganga illani aftur. Livar Nysted og manningin umborð á Avalon hava ikki havt eydnuna við sær á túrinum til Føroyar.

 

Fyrst mátti báturin venda við aftaná ringt veður, tá hann var komin hálva vegin til Føroyar, og nú, tá báturin nærkaðist Havnina, gjørdi keðiligt veður aftur um seg.

 

Tað er vorði so mikið torført at rógva, at avgerð nú er tikin um, at Avalon verður sleipaður á Gomlurætt. Ætlanin var annars at rógva inn á Havnina.

 

Móttøkan verður eftir ætlan umborð á Westward Ho, ið liggur í Vágsbotni.