Í kvøld eru ring líkindi ymsastaðni kring landið. Tað er kavarok og jarðrok á nógvum støðum, og nú er eisini heilt fitt av vindi.
Í Vágs kommunu søgdu tey fyrr í dag, at har fór kommunan at halda fram at grava kommunalu vegirnar, til tað gjørdist myrkt.
- Men, tað eru avbjóðingar í samband við kavaruddingina, tí nógvir bilar standa framvegis á og framvið kommunalu vegunum.
Lagt verður aftrat, at hesir bilar eru til stóran ampa hjá maskinuni sum grevur.
- Tað er ein maskina sum grevur. Sostatt hevur tað tikið tíð at komið runt, siga tey í Vágs kommunu í dag.
Ein annar trupulleiki í dag hevur verið, at gravmaskinan í tíð og ótíð hevur verið kallað til uppgávur, har bilar hava staðið fastir.
- Hetta hevur darvað arbeiðnum við kavarudding.
Í Vágs kommunu leggja tey aftrat, at kavaruddingin er á kommunalum vegum - og ikki á privatum økjum sum eitt nú innkoyringum.