Málráðið hevur nú tikið støðu til føroyska stavraðið og stavirnir c, w, x eru ikki viðTað hevur Málráðið nú avgjørt.
Við átta atkvøðum fyri og trinum ímóti, hevur Málráðið gjørt av at varðveita føroyska stavraðið við hesum stavum:
a á b d ð e f g h i í j k l m n o ó p r s t u ú v y ý æ ø
- Grundgevingar at varðveita verandi stavrað eru, at tað hevur drúgva siðvenju á baki. Tað hevur í høvuðsheitum verið óbroytt, síðan V.U Hammershaimb setti sítt stavsetingaruppskot fram í 1846, sigur málráðið.
- At tikið fleiri stavir fyri sama ljóðvirði inn í stavraðið hevði gjørt stavsetingina torførari, og møguligar broytingar eiga heldur at miða ímóti at gera stavsetingina lættari.
- Skulu broytingar gerast, eiga tær at vera grundaðar á føroysku ljóðskipanina og føroyskar rættskrivingarmeginreglur, og ikki á ljóðskipanir og rættskrivingarmeginreglur í øðrum málum.
- Í føroyskum er bókstavurin c vanliga ljóðliga umboðaður av k ella s, bókstavurin x av ks, bókstavurin q av k, bókstavurin w av v, og bókstavurin z er ljóðliga umboðaður av s.
Verða eitt nú c, x og w tiknir inn í stavraðið, kann tað skapa óneyðuga stóran iva hjá skúlanæmingum og almenningi, nær ið teir skulu brúkast, tí teir hava ikki egið, sjálvstøðugt ljóðvirði í føroyskum.
Málráðið sigur, at hóast c, w og x ikki eru í stavraðnum, er einki, ið forðar okkum í framvegis at tala og skriva um c-vitaminir, c-mol, at skriva internetadressur við www ella at brúka x í orðum sum marxisma og sex.
- Fremmandu stavirnir síggjast m.a. í fremmandum orðum og vøruheitum, nøvnum o.ø. Tað, at hesi útlendsku nøvn, heiti og orð verða brúkt í føroyskum, ger ikki, at fremmandu stavirnir nýtast ella eiga at gerast partur av stavraðnum.
- Tað ber sjálvandi framvegis til at stava eitt nú fremmand nøvn við stavum, sum ikki eru í føroyska stavraðnum, t.d. Lazio, Skåne, La Coruña, Newton, Atatürk, Quito og Marx, hóast z, å, c, ñ, w, ü, q og x ikki eru í stavraðnum. Fremmand nøvn eru altíð í einum máli, hóast allir stavir ikki eru í stavraðnum.
- Vit hava altíð vitað, at aðrir stavir enn okkara eru til, og at summir teirra verða brúktir í okkara máli. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis er í øllum málum. Tí hava orðabøkur tikið fremmandu stavirnar við og hava skipað leitorðini sambært hesum veruleika og skrivað: a, á, b, c, d...
- Verða nýggir stavir tiknir upp í stavraðið, má umfatandi arbeiði gerast at útgreina, nær c og z kunnu verða sett inn fyri s, nær c og q kunnu verða brúkt, har k stendur nú, o.s.fr.
- Fremmandu stavirnir verða framvegis nýttir á økjum sum t.d. støddfrøði og evnafrøði, men verða teir tiknir inn í stavraðið og harvið fáa støðu sum føroyskir stavir, er ilt at siga, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri rættskrivingina.
Málráðið sigur, at tá ið vit stavraða (alfabetisera) í eitt nú orðabókum og telefonbókum og á bókasøvnum, nýta vit, umframt føroyska stavraðið, modernaða latínska stavraðið, t.e. enska stavraðið. Harumframt verður bókstavurin å í donskum, norskum og svenskum orðum settur á aftasta pláss, og bókstavurin þ í eitt nú norrønum og íslendskum orðum verður settur millum t og u, t.e.
a á b c d ð e f g h i í j k l m n o ó p q r s t þ u ú v w x y ý z æ ø å
Bókstavurin þ verður settur beint eftir t, tí norrønt þ vanliga verður til t í føroyskum, og å verður sett á aftasta pláss, tí har stendur tað í danska og norska stavraðnum, sigur Málráðið.