Sky Sports skrivar, at Premier League hevur sett út í kortini at avgreiða seinastu níggju umførini upp á fimm vikur. Byrjað verður 8. juni, men spælarar fáa ikki undantaksloyvi at venja saman fyrr enn 18. mai.
Bretsku mynduleikarnir hava longt undantaksstøðuna í sambandi við koronasmittuna fram til 7. mai. Premier League hevði í gjár fund saman við feløgunum, har tey fingu at vita at mynduleikarnir ikki vilja geva fótbóltsfeløgunum undantaksloyvi at venja í bólkum. Fyribils verður mett, at spælararnir kunnu venja saman frá 18. mai og hava tríggjar vikur at fyrireika seg í.
Feløgini hava annars roynt at fingið kappingin avgreidda áðrenn 30. juni, tí tá ganga sáttmálarnir út hjá teimum, sum hava sáttmála fyri hetta kappingarárið. Tí verða ávísar løgfrøðiligar avbjóðingar í samband við seinastu dystirnar.
Tað tykist fyri púra vist, at kappingin verður avgreidd uttan áskoðarar, mne fleiri miðlar skriva at arbeitt verður við at gera sjónvarpsavtalur, so øll kunnu síggja dystirnar. Eitt nú at tey, sum hava keypt atgongumerki sleppa at síggja dystirnar ókeypis í sjónvarpinum.
Tað eru níggju umfør eftir av Premier League. Tó hava Manchester City, Sheffield United, Arsenal og Aston Villa tíggju dystir eftir.
1 | Liverpool | 29 | 27 | 1 | 1 | 66:21 | 82 |
2 | Man City | 28 | 18 | 3 | 7 | 68:31 | 57 |
3 | Leicester | 29 | 16 | 5 | 8 | 58:28 | 53 |
4 | Chelsea | 29 | 14 | 6 | 9 | 51:39 | 48 |
5 | Man Utd | 29 | 12 | 9 | 8 | 44:30 | 45 |
6 | Wolves | 29 | 10 | 13 | 6 | 41:34 | 43 |
7 | Sheffield Utd | 28 | 11 | 10 | 7 | 30:25 | 43 |
8 | Tottenham | 29 | 11 | 8 | 10 | 47:40 | 41 |
9 | Arsenal | 28 | 9 | 13 | 6 | 40:36 | 40 |
10 | Burnley | 29 | 11 | 6 | 12 | 34:40 | 39 |
11 | Crystal Palace | 29 | 10 | 9 | 10 | 26:32 | 39 |
12 | Everton | 29 | 10 | 7 | 12 | 37:46 | 37 |
13 | Newcastle | 29 | 9 | 8 | 12 | 25:41 | 35 |
14 | Southampton | 29 | 10 | 4 | 15 | 35:52 | 34 |
15 | Brighton | 29 | 6 | 11 | 12 | 32:40 | 29 |
16 | West Ham | 29 | 7 | 6 | 16 | 35:50 | 27 |
17 | Watford | 29 | 6 | 9 | 14 | 27:44 | 27 |
18 | Bournemouth | 29 | 7 | 6 | 16 | 29:47 | 27 |
19 | Aston Villa | 28 | 7 | 4 | 17 | 34:56 | 25 |
20 | Norwich | 29 | 5 | 6 | 18 | 25:52 | 21 |