Avmarkað áskoðaratal til steypafinalurnar

Orsakað av almennu tilmælunum, verður talan um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa í Høllina á Hálsi at síggja Faxe Kondi steypafinalurnar í vikuskiftinum

Orsakað av almennu tilmælunum, verður talan um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa í Høllina á Hálsi at síggja Faxe Kondi steypafinalurnar í vikuskiftinum. Tað boðar Hondbóltssambandið frá.

- Feløgini, sum hava finalulið, hava fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til hvørja finalu, sum tey sjálvi sleppa at seta nøvn á. Bert tey, ið framganga av listunum, sleppa at keypa atgongumerki við dyrnar. Kostnaðurin fyri finalurnar hjá teimum vaksnu er 100 krónur, meðan barnafinalurnar kosta 50 krónur. Tað er sami prísur fyri vaksin og børn í skúlaaldri. Børn undir skúlaaldur rinda ikki, skrivar HSF.fo.

Høllin verður deild upp í trý øki, sum hava hvør sína inn- og útgongd. Millum hvønn dyst verða áskoðararplássini tømd, soleiðis at áskoðararnir til tann næsta dystin sleppa framat. Áskoðarar rinda bert fyri ein dyst á gangin og merkir hetta, at áskoðararnir mugu út ímillum hvønn dyst.

Økið í sunnara parti av høllini, har feløgini vanliga hava havt fjepparatiltøk og sølubúðir verður ikki. Tað verður heldur ikki møguligt, at keypa kaffi, te ella annað líknandi í høllini finaluvikuskiftið.

Tey, ið ikki hava møguleika at síggja finalurnar í høllini, kunnu síggja dystirnar hjá teimum vaksnu í KVF ella lurta á FM1. Hartil verða allar barnafinalurnar stroymdar á youtube kanalini hjá HSF – HandballFaroeIslands.

Leiksskráin:

Fríggjadagin 19. februar:

kl. 18.30 G16: H71 – Neistin

kl. 20.00 D16: H71 – Neistin 

Leygardagin 20. februar:

kl. 09.00 G10B: Stjørnan – H71 c

kl. 09.45 D10B: ÍA a – Team Klaksvík b

kl. 10.30 G12B: H71 c – StÍF a

kl. 11.25 D12B: H71 b – ÍA a

kl. 12.20 G10A: Neistin a – VÍF a

kl. 13.05 D10A: Team Klaksvík a – H71 a

kl. 13.50 G12A: VÍF a – H71 a

kl. 14.45 D12A: H71 a – Team Klaksvík a

kl. 17.00 Kvinnur: H71 – Neistin

kl. 19.30 Menn: H71 – Neistin 

Sunnudagur 21. februar:

kl. 13.00 Eydnudeildin

kl. 13.45 G14B: Stjørnan a – Kyndil b

kl. 14.45 D14B: ÍA – StÍF

kl. 15.45 G14A: H71 a – Kyndil a

kl. 16.45 D14A: H71 a – Kyndil a

kl. 17.45 G18: EB – H71 a

kl. 18.55 D18: H71 a – Neistin