Avsanna ræðusøgu um koppseting fyri koronu

Tølini fyri, hvussu nógv eru deyð, eru skeiv, siga serfrøðingar

Serfrøðingarnir á Statens Seruminstitut, SSI, avsanna søgur, ið ganga sum rótasúpan á internetinum um, hvussu vandamikið tað er at verða koppsett fyri koronu. Søgurnar á internetinum eru, at túsundtals fólk í Danmark eru deyð eftir at verða koppsett fyri koronu, men SSI avsannar søgurnar.

 

Tey siga, at síðani á nýggjárinum eru 2.423 fólk deyð áðrenn ein mánað eftir at tey fingu fyrru sproytuna fyri koronu og 1.992 fólk eru deyð eftir at tey áðrenn ein mánaði eftir tey høvdu fingið seinnu sproytuna. Samstundis verður víst á, at her eru øll tald við, eisini tey, sum eru deyð av vanlukku og øllum møguligum øðrum Men á internetinum er páhaldið, at tey eru deyð av koppingarevninum, men tað er skeivt, sigur SSI.

 

Á SSI vita tey ikki, hví hesi fólkini eru deyð, men tey staðfesta, nógv tey flestu av teimum eru gomul fólk, og veik fólk, sum eru deyð av púra nátúrligum orsøkum. Tí er tað skeivt at siga, at tey 4.415 fólkini eru deyð av koppingarevninum.

 

Eru tað fólk, sum doyggja óvæntað eftir at tey eru koppsett, fáa myndugleikarnir boð um tað hvørja ferð, og so gera myndugleikarnar eina nágreiniliga meting um tað kann hava samband við koppsetingina.  

 

Statens Seruminstitut sigur, at í roynd og veru vísa tølini, at hesa seinastu tíðina eru nógv færri fólk deyð enn vanligt. Tey siga, at hesa tíðina síðani á nýggjárinum hevði tað, undir vanligum umstøðum, doyð eini 22.500 fólk í Danmark.

 

Men veruleikin er, at hesa tíðina eru nógv færri fólk deyð og ein orsøk til tað er, at eingin influensa hevur gingið hesa tíðina og tað er eitt úrslit av avmarkingunum og tilmælunum um frástøðu og reinføri í samband við koronu.