Báðir partar gloymdu miðjuna

KÍ-B68 1-0 (0-0):
Klaksvíkingar fegnaðust um úrslitið, og margháttliga útvísingin av B68 málverjanum var minnisrík, men annars fer dysturin ímóti toftamonnum í gloymibókina

KÍ?B68

Klaksvíkingar eru framvegis við í stríðnum um heiðursmerkini, og gullkrónurnar eru bara eitt stig burtur.
Tað kunnu teir gleðast um, nú teir eru í Ungarn og spæla Europa Cup. Tað smakkaði væl, at øll trý stigini komu til høldar ímóti B68, men klaksvíkingar ásanna sjálvir, at avrikið sunnudagin avgjørt ikki var at rópa hurrá fyri.
Felags fyri KÍ og B68 var, at teir so púra gloymdu miðvøllin. Langar sendingar og høgar sendingar flugu aftur og fram, meðan miðvallararnir ? á báðum liðunum vóru fleiri miðvallarar, sum hava góðan bóltførleika ? stóðu og hugdu at.
Uppløgdu málmøguleikarnir kundu meiri enn so teljast á aðrari hondini. B68 hevði ongan upplagdan møguleika, og KÍ álopið ? norski álopsmaðurin var púra blindur ferðamaður ? hevði ongan møguleika, sum setti B68 málverjarnar á serligar royndir.
Kortini var nervin í alla tíðina. Eftir at KÍ var komið á odda, og B68 varð undirmannað, satsaðu toftamenn. Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen vóru í miðverjuni, og sum tíðin leið, løgdu teir alt minni í verjupartin og tóku alt meiri lut í álopspartinum.
Tað hevði við sær, at hálvspentar støður stóðust í báðum endum, men hvørki liðið megnaði at spæla seg til upplagdan møguleika.

Avgerðin
Einasta málið kom tíðliga í 2. hálvleiki. Hjalgrím Elttør varð feldur dygst innanfyri brotsteigarmarkið, dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og hesa ferð var tað Ove Nysted, sum hevði ábyrgdina úr ellivu metrum.
Tað gekk ein løta, áðrenn KÍ miðverjin slapp at avgreiða úr ellivu metrum. B68 málverjin var ikki blíður, tá dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki. Hann fór við ferð út ímóti uppmanninum, men at útvísing skuldi standast burturúr komst av kostiligari støðu.
Tá málverjin var um at koma út til dómaran, var hann óheppin og gleið. Hann royndi at lofta sær við at taka í dómaran, sum hugdi annan veg. Dómarin ivaðist ikki í, at hetta var ov nógv av tí góða, og tá hann hevði reyða kortið á lofti, noyddist Kjartan Nesá av beinkinum og í B68 málið, meðan Øssur Jacobsen varð tikin út úr álopinum.
Ove Nysted var tryggur við brotssparksroyndini, og so hevði KÍ fingið tað, sum skuldi til, meðan B68 enn eina ferð fór av vøllinum uttan at hava fingið stig.
Síðani summarsteðgin hevur B68 spælt tríggjar landskappingardystir, og teir hava fingið tvey stig. Í síðsta dystinum undan summarsteðginum taptu toftamenn á útivølli ímóti HB. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir hava fingið tvey av tólv stigum. Toppurin er sjey stig burtur. Tað kundi havt verið heilt øðrvísi, men í løtuni er álopsspælið soleiðis, at B68 fær ikki nóg nógv burturúr.
Anders Nygaard tóktist fyrstu umførini at vera sannur fongur. Síðani hann var skaddur í fyrra dystinum ímóti KÍ, hevur tað hilnast illa, og Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen og Arnold Joensen hava heldur ikki skorað málini, sum teir hava fingið undarfarnu árini.

Kortspæl
At KÍ fekk sjey gul kort, og at B68 fekk trý gul og eitt reytt kort kundi bent á, at talan var um harðliga uppgerð. Soleiðis var tað ikki. Heldur var talan um eitt sindur ódisiplineraðar støður, tá tíðin skuldi fáast at ganga, og bólturin varð sparkaður eitt sindur burtur og meiri av tí slagnum.
Kortini hjá KÍ bera við sær, at Allan Joensen verður leikbannaður, tá klaksvíkingar mánakvøldið skulu til Eiðis, og Kjartan Nesá verður í málinum, tá B68 sunnudagin á heimavølli fer at spæla ímóti B36.
Bæði hjá B68 og KÍ verður neyðugt við øðrvísi fótbóltsligum avriki, enn av tí slagnum, sum liðini vístu í Klaksvík sunnudagin.

KÍ-B681-0 (0-0)
1-0: Ove Nysted (br.), 50
Dómari: Eiler Rasmussen

KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Ove Nysted, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør ? Allan Mørkøre, Hjalgrím Elttør, Allan Joensen, Jan Joensen ? Bjarte Vettlestad, Heðin á Lakjuni
B68: Michal Kokoszanek ? Jan Petersen, Fróði Benjaminsen, Hans Fróði Hansen, John Heri Dam ? Bogi Petersen, Fríðin Ziskason, Øssur Hansen ? Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Jacobsen