Býráðið er ótrúligt!

   

Laila av ReyniBarbara Jacobsen

Fyrst í mars mánaði hoyrdu vit dagrøktarar sum slatur, at stórar broytingar verða á dagrøktarøkinum. Bygnaðurin í dagrøktini skal broytast, vit skulu »splittast at« og knýtast at ymiskum stovnum. Tað frættist eisini, at onkur stovnsleiðari avgjørt ikki var áhugaður í at fáa okkum inn, tí tað var tað als ikki pláss fyri. Vit dagrøktarar tosaðu aftur og fram. Hettar slaturið kundi ikki koma av ongum, men undarligt, at vit ikki eru tiknar við upp á ráð. Hví fundast við stovnsleiðarar, tá tað eru okkara størv talan er um? Hvør kennir dagrøktina betur enn vit, um broytingar skulu gerast? Vit vóru hóast alt positivar: Kanska skipanin, sum nú er, krevur ov nógv av hvørjum einstøkum? ? Sum er ynskja vit meira vitjan av økispedagogum enn tær hava tíð til, og kanska sleppa vit endiliga at avspáka (okkara arbeiðsvika er uppá 48 tímar og 45 min.). Vit skuldu á vanligan økisfund 9. mars, so vit væntaðu at frætta meira tá. Rætt var ? telefonketan gekk áðrenn fundin: »Tað var umráðandi, at allar møttu, tí vit skuldu hoyra um »Tankar« um broytingar í dagrøktarskipanini«.
Vit komu á fundin og fingu sjokk: Tórshavnar kommuna ætlar at »avvikla« dagrøktina til august. Tað hevði verið ein arbeiðsráðstevna 19.-20. februar fyri stovnsleiðarar (hví vóru vit ikki eisini bjóðaðar við?) við evninum: Størri samanhang millum dagrøkt og stovn. Hettar er tað fyrsta vit dagrøktarar fáa at vita um hesa »ætlaðu« stóru broyting. Vit blivu bólkaðar og vóru bidnar um at koma við viðmerkingum og spurningum til glarðurnar vit høvdu sæð. Tað var nógv tosað í bólkunum, tí summar vóru heilt ørkymlaðar »Hvussu kann hettar lata seg gera? Vita tey ikki, hvussu smábørnini hjá okkum eru nú?« (Á einari glarðu stóð um felags tiltøk sum t.d. útferðir, jólaveitslur og tunnusláttur). Okkara børn eru umleið 1 ára gomul.
Innaftur at spyrja ? nú var eingin ivi. Hettar vóru ikki »Tankar«, her skal okkurt álvarsligt gjøgnumførast. Flestu spurningar kundu ikki svarast, tí ein arbeiðsbólkur var settur at arbeiða við málinum, so trivnaðarstjórin (vit ivast í um býráðið veit, hvat trivnaður er, hóast stjóri er á økinum) visti einki konkret. Leiðarin í dagrøktini er ikki við í arbeiðsbólkinum, og tað er eingin ivi um, at hon hevur fingið ógvuliga vánaliga viðferð, tí tað kom fram sum svar uppá onkran spurning, at eingin leiðsla var ? altso leiðarin og økispedagogar vóru so at siga uppsøgd á fundinum. Vit fingu at vita, at teir fáu dagrøktarar sum verða eftir, skulu arbeiða út frá stovnunum, og restin eru »tryggjaðar« starv aðrastaðni á barnaansingarøkinum hjá Tórshavnar kommunu. Aftaná fundin hildu vit áfram at tosa um allar broytingarnar. Onkur hevði lítið og einki fingið við, so sjelkað var hon. Vit eru sikrar í, at fakfelagið hjá okkum fór ikki at finna seg í slíkari viðferð! Hvør fær arbeiði hvar? Vit eru allar ósikrar ? hvat við lønini? Onkur ætlaði at siga upp aftaná fundin, men sum altíð tekur man »hensyn«. Hvat við børnunum? Hetta er so bundið arbeiði, man sigur ikki upp uttan víðari. Vit høvdu roknað við, at onkur stovnsleiðari fór at úttala seg til bløðini. Er tað pláss fyri okkum á stovnunum? (4 barnavognar afturat). Hvat siga stovnsleiðarar til at »skula« seta dagrøktarar í starv framum onnur??? Vit hava frætt, at vit ikki verða tiknar fram um. Hvussu halda tit at vit føla okkum í løtuni??? Politikkarar ? hvat halda tit???