Bárður ivast í tunnilsætlan

-Tað skal ikki vera nøkur loyna, at pengar mangla á flest øllum økjum. Tí dugi eg ikki at siga, hvussu rúm skal vera at framskunda Sandoyartunnilin.

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, eftir at løgmaður í Sosialinum í gjár førdi fram, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin skal framskundast.

Við Sosialin segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann fer nú av álvara at taka spurningin um Sandoyartunnil upp í samgonguni.

Endamálið er at framskunda ætlanina og gongst, sum løgmaður ætlar, verður farið undir tunnilin longu um tvey ár, í 2015.

-Sambandsflokkurin hevur ikki viðgjørt ætlanina at framskunda Sandoyartunnilin, sigur Bárður Nielsen, sum tí ikki dugir at svara uppá, hvussu ein framskundaður Sandoyartunnil fæst at passa inn í langtíðar játtarnarkarmarnar.

Hoyr samrøðu við Bárð Nielsen her: