Leysasøgurnar hava í alla morgun gingið um, at Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur gjørt eina avtalu við Magna Laksáfoss, tingmann fyri Sambandsflokkin, um cleara, tá atkvøðast skal til 2. viðgerð um uppskotið til fiskivinnunýskipan seinni í dag.
Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum var á fundi, tá Páll á Reynatúgvu, tingformaður, setti tingfundin í morgun. In.fo fekk fatur á Bárður á Steig Nielsen eftir fundin hjá Sambandsflokkinum, og upplýsti hann, at hann ikki hevur góðkent nakra avtalu um clearing.
- Vanliga verða clearings-avtalur góðkendar av tingbólkaformonnunum. Eg havi hvørki fingið nakra umbøn um eina slíka avtalu ella góðkent eina slíka, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Beinleiðis spurdur, um hann kendi til, at Magni Laksáfoss hevur gjørt eina slíka avtalu uttanum egna formann, svarar Bárður á Steig Nielsen, at tað hevur hann onga viðmerking til.