Búskaparfrøðingur ella politiskt valevni

Magni Laksafoss hevur í Sosialinum 16. mai nakrar hugleiðingar um búskapargongdina.
Trupulleikin er bara at M.L. fleiri ferðir mótsigur sær sjálvum í samrøðuni, og at hann til tíðir sigur beinleiðis ósatt.
Tað sum hevur eyðkent M.L. í sínum úttalilsum seinastu árini er, at óansæð hvørji politisk stig sitandi samgonga tekur, so meinar hann, at tað samgongan ger, er nakað lort. Samrøðan í Sosialinum 16. mai er í so máta onki undantak. Trupulleikin er sjálvandi at M.L. úttalar seg sum politiskt valevni hjá sambandsflokkinum meðan hann tittillerar seg sum búskaparfrøðing.
Aldukambur ella uppgongd
Tá ið tosað verður um framtíðina er altíð áhugavert at hoyra spádómar frá frøðingum um hvønn veg vit fara. Men tað sum er imponerandi við M.L. er, at hann megnar í eini og somu samrøðu at vísa á, hví búskapargongdin í samfelagnum nú fer at fara bæði uppeftir og niðureftir.
M.L verður siteraður fyri at siga bæði. Fyri tað fyrsta, at skattalættin er ótíðarhóskandi nú, tí so nógv ferð er á búskapinum, og at skattalættin vil einans føra til økt virksemi, økt lønarkrøv og harvið økir um búskapin. Men seinni í samrøðuni broytir hann meining um ferðina, nú sigur hann, at ferðin er steðgað, at vit eru á aldukambinum, og meinar hann tí: "at tað var nú, at tað almenna skuldi átt pening at slúsa út í samfelagið fyri at hildið virkseminum uppi".
Ikki eiti á. Nú verður knappliga rátt okkum til at steðga ferðini á búskapinum og til at slúsa pengar út samfelagið fyri at halda virkseminum uppi. Eg meini tað.
Førdi fíggjarpolitikkurin:
Í blaðnum verður samrøðan býtt upp í tvær greinar. Onnur av greinunum ber yvirskriftina: "Fíggjarpolitikkurin hjá sitandi samgongu skyldina av, at lønarkrøvini eru so stór"; og har kemur so ein røð av atfinningum.
Vit eru nokk samd um, at alt er ikki gott hvørki í samfelagnum ella við sitandi samgongu, men at nógv er vorðið nógv betri síðani sitandi samgonga tók við fyri 5 árum síðani, man verða ringt at mótmæla.
Orsøkirnar eru í høvuðsheitum, at búskapurin hevur verið uppgangandi í grannalondunum, at fiskiskapurin og fiskiprísirnir hava verið positivir og at fleiri tiltøk frá politiskari síðu hava megnað at handfarið uppgongdina. Her skulu verða nevnd nøkur dømi:
Lønarvøksturin og gjógvin
Tað er rætt at almennu útreiðslurnar eru øktar nógv síðani kreppuna, men stórur partur er farin til tann lønarvøkstur, sum lønmóttakarin misti gjøgnum kreppuárini. Vit hava eisini sæð at gjógvin millum tær høgu og tær lágu inntøkurnar er minkað heilt fitt hesi árini sitandi samgongan hevur sitið.
Sjálvberandi búskapur
Nakað, sum eisini eyðkennir førda búskaparpolitikk er stevnan um sjálvberandi búskap. Hendan samgongan, sum hevur sitið í fimm ár, hevur megnað at skorið blokkin við einum triðingi hetta tíðarskeiðið. Hetta hóast øgiligt trýst um meirútreiðslur frá øllum síðum. Hetta at hava sjálvberandi búskap er eitt mál, sum allir flokkar siga seg verða fyri, men M.L veit nokk, at tað eru ikki allir, sum høvdu tora at framt hetta í verki. Sambandsflokkurin sum var ímóti niðurskurðinum av blokkinum hevði óteljandi dømi um, hvussu hasar 366 mió kundu verið brúktar til almennar tænastur. Tær somu almennu tænasturnar, sum M.L sigur verða øktar alt alt ov nógv.
stuðul til vinnulívið
Eisini hevur hendan samgongan megnað at latið verið við at slúsa pengar út aftur í stuðul til vinnulívið. Hóast øgiligt trýst frá bæði andstøðuni og pørtum av samgonguni. Men førdi fíggjarpolitikkurin megnaði at halda hesum aftur.
Lutfallið millum málsøkini
Førdi fíggjarpolitikkurin seinastu árini hevur eisini víst, at tað bar til at broyta lutfallið millum, hvussu nógv verður latið til ymsu málsøkinum í samfelagnum. Fíggjarpolitikkurin hevur nemliga víst, at almannamál, heilsumál, mentan og útbúgving hava verið nógv hægri raðfest nú enn nakrantíð áður.

Samanumtikið er neyvan nakar ivi um, at førdi fíggjarpolitikkurin hjá sitandi samgongu hevur slóðað fyri nógvum og grundleggjandi broytingum í føroyska samfelagnum. Broytingum, sum hava gagnað flestum føroyingum, og sum koma at seta positiv spor langt inn í framtíðina.