B36 fer úr Kroatia og til Fraklands

Um tað eydnast árstalsfelagnum at syfta HNK Rijeka, so verður Lille úr Fraklandi næst á skránni

Í løtuni fyrireikar B36 seg at fara vestur í Vágar. Fyrsta bríksl í landskappingardystinum í Sørvági verður klokkan 18.30.

 

Hjá spælarunum og Dan Brimsvík venjara eru hugsanirnar í hesi løtu fult og heilt savnaðar um uppgávuna, sum í kvøld bíðar á Dungasandi. Men sjálvandi hava teir í B36 leguni fylgt við í europeiska Conference League lutakastinum, sum var fyri løtu síðani.

 

Í UEFA høvuðsborgini lagaði lutakastið seg soleiðis, at vinnarin av uppgerðunum millum B36 og HNK Rijeka fer at hitta LOSC Lille úr Fraklandi.

 

Nú hóskvøldið klokkan 19 hittast HNK Rijeka og B36 á Tórsvølli, og eina viku seinni hittast hesi bæði feløgini í Kroatia. Og so verður tað, at samantaldi vinnarin fer at spæla ímóti Lille. Fyrri dysturin verður 24. august í Fraklandi, og seinni dysturin verður hósdagin 31. august – um tað verður í Kroatia ella á Tórsvølli.