Eftir javnleik eftir fyrra umfarið hevur B36 í dag vunnið 4-1 á grannunum! Tað er gott lag í syðru leguni í Gundadali, og lagið er ikki gott í norðaru leguni.
B36 hevur í dag vunnið 4-1 á meistarunum í HB. Tað var so eitt. Annað er, at B36 spældi HB so rudduliga út av vøllinum.
B36 legði bragdliga fyri, og B36 hevði møguleikar og rakti træverkið, men - sum so mangan áður - so var tað HB, ið mest sum burtur úr ongum setti hol á. Jón Krosslá Poulsen skoraði eftir skjótt álop.
B36 svaraði aftur undan steðginum, og í 2. hálvleiki var eingin ivi. Lagið í B36 skýlinum gjørdist bara betri og betri, og meðan teir hvítu og svørtu gjørdist mælskari og mælskari, so var lagið í ikki so tætt fólkaða HB skýlinum ikki gott.
B36 liðið kendist meiri sum ein eind, og nakrir einstaklingar skaraðu framúr á B36 liðnum.
Róaldur Jacobsen javnaði við stútara, og hann legði B36 á odda við framúr langskoti. Væl upplagdi Lukasz Cieslewicz varð feldur í brotsteiginum, og Jákup á Borg umsetti brotssparkið til mál, áðrenn tveir av innskiftu monnunum krýndu B36 sigurin. Ingi Højsted spældi snilt Kenneth Jacobsen leysan, og umvegis tvørtræið dundraði hann bóltin í málið.
4-1 til B36, sum er oddalið og mest sum hevur hug at ganga á vatninum, meðan fleirfaldað meistaraliðið HB liggur ógvuliga tungt í sjónum í løtuni.
B36-HB 4-1 (1-1)
0-1: Jón Krosslá Poulsen 19.
1-1: Róaldur Jacobsen 38.
2-1: Róaldur Jacobsen 66.
3-1: Jákup á Borg br 72.
4-1: Kenneth Jacobsen 90.
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas F. Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini (Ingi Højsted, 71.), Róaldur Jacobsen, John Hansen, Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 82.) - Jákup á Borg (Rúnar í Lon Jacobsen, 90.), Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Jákup á Borg
HB: Heðin Stenberg - Pætur Jørgensen, Doddi, Rógvi Holm, Rói Danielsen - Ólavur í Ólavsstovu (Kristin R. Mouritsen, 68.), Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen (Andrew av Fløtum, 83.) - Símun Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen (Jógvan Andrias Nolsøe, 71.), Hendrik Rubeksen
Gult kort: Rói Danielsen, Jón Krosslá Poulsen, Hendrik Rubeksen, Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen
90 min.
Liðugt
4-1
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, økti innskifti Kenneth Jacobsen um munin til 4-1. Avgerandi sendingina átti innskifti Ingi Højsted, og bólturin fór í málið umvegis tvørtræið.
--
85 min.
3-1
Kenneth Jacobsen er settur inn á B36 liðið í staðin fyri Súna Olsen, og hjá HB er veteranurin Andrew av Fløtum settur inn í álopið í staðin fyri verjukenda miðvallaran Kára Nielsen.
Einki bendir á, at meistararnir skulu vinna seg inn í aftur lokaluppgerðina.
--
75 min.
3-1
Jákup á Borg, sum í dag er liðformaður, hevur lagt B36 framum 3-1. Málið skoraði hann upp á brotsspark, sum hann sendi upp í nettakið. Dómarin peikaðí á ellivu metra blettin, eftir at sera væl upplagdi Lukasz Cieslewicz varð feldur í brotsteiginum.
HB hevur setti Jógvan Skeel Nolsøe á vøllin í staðin fyri Jón Krosslá Poulsen, og hjá B36 er Ingi Højsted komin á vølliln fyri Heina í Skorini.
--
65 min.
2-1
B36 hevur lagt seg á odda. Málið skoraði miðvallarin Róaldur Jacobsen, sum við framúr langskoti sendi bóltin framvið Heðini Stenberg.
HB hevur sett Kristin R. Mouritsen á vøllin í staðin fyri Ólav í Ólavsstovu, og tað er undirstriking av, at nú er neyðugt hjá HB at spenna álopsbogan.
--
55 min.
1-1
Fyrsta løtan eftir steðgin hevur verið linligari, enn tað var í 1. hálvleiki, og málmøguleikar hevur talan ikki verið um.
--
40 min.
1-1
So hevur B36 javnað. Málið var væntandi, tí árstalsfelagið hevur havt so nógv betri tak á skipaðum samanspæli, enn meistararnir í HB hava megnað.
Eftir langt og skipað álop og góða sending innfyri stýrdi Jákup á Borg bóltin inn fyri málið, har Róaldur Jacobsen við fínum stútara setti bóltin í málið.
--
20 min.
0-1
B36 hevur havt spælið, men tað er HB, sum hevur skorað. Eftir B36 trýst og møguleika, varð long sending løgd fram til Jón Krosslá Poulsen í HB álopinum. Hann rak fram ímóti brotsteiginum og smekkaði bóltin inn í síðunetið til høgru fyri Meinhard Joensen í B36 málinum!
--
10 min.
0-0
Fyrsta løtan hevur verið rættuliga undirhaldandi, og bæði liðini hava havt málmøguleikar. Jákup á Borg og Símun Joensen hjá B36 hava rakt træverkið, og B36 miðverjin Jonas F. Rasmussen hevði góðan møguleika eftir frísparkssending frá Súna Olsen.
Símun Samuelsen hjá HB hevur havt opnan málmøguleika.
---
Hjá B36 kendist tað sum tap av tveimum stigum, tá ið árstalsfelagið eftir 2-0 leiðslu noyddist av Svangaskarði við 2-2.
Hjá HB var vónbrotið uppaftur størri, tá ið tað eftir lítið sannførandi avrik endaði við 2-1 tapi á heimavølli ímóti Víkingi.
Umstøðurnar at spæla fótbólt í Gundadali eru sera góðar.
B36-HB
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas F. Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, John Hansen, Súni Olsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
HB: Heðin Stenberg - Pætur Jørgensen, Doddi, Rógvi Holm, Rói Danielsen - Ólavur í Ólavsstovu, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen - Símun Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen, Hendrik Rubeksen