B36 hevur fingið spælarar úr Brasil

Ein miðverji og ein framrættaður miðvallari eru komnar úr Brasil og til B36

Í kvøld fer bólturin av álvara á rull í bestu kvinnudeildini. Fyrsti dysturin var tó sunnudagin, tá ið Víkingur var á vitjan hjá samansetta liðnum í Suðuroy, sum fyri fyrstu ferð roynir seg í fremstu røð. Nýggja liðið fekk í fyrstu royndini av álvara at kenna, hvat tað snýr seg um í bestu deildini, tí gestirnir úr Eysturkommun fóru norður aftur við 16-0 sigri.

 

Í kvøld vera tríggir dystir. Ein av teimum verður í Klaksvík, har B36 verður gestur. B36 boðar nú frá, at tveir nýggir útlendskir spælarar eru lagstir aftrat liðnum hjá árstalsfelagnum og vera á listanum í Klaksvík í kvøld.

 

B36 skrivar soleiðis:

 

Vælkomnar í B36 Jiselle Lacerda og Livyan Borges.


Betri hópurin er styrktur við tveimum leikarum úr Brasil. Í fyrstu venjingini aftaná eina langa ferð úr Brasil, sóu vit beinanvegin, at talan var um tveir leikarar, ið fara at styrkja okkara hóp. Jiselle Lacerda (til høgru) er miðverji, og Livyan Borges (til vinstru) spælir á offensiva miðvøllinum. Vit í B36 eru errin av, at tær spæla í B36 búnanum í ár. Talan er ikki bert um tveir dugnaligar leikarar, men eisini um tvær fantastiskar kvinnur.

Livyan og Jiselle fara saman við Betri hópinum undir fyrsta landskappingardyst í morgin. Hann er í móti KÍ í Klaksvik kl 19.30.

Dysturin verður vístur á R1 hjá Televarpinum. 


Á myndini eru Livyan og Jiselle avmyndaðar saman við næsforkvinnuni, Súsannu Mariu Hansen, ið eigur 217 landskappingardystir fyri B36, skrivar B36.

 

Dystirnir í kvøld:

 

KÍ – B36: Jonn Sólheim Thomsen kl. 19.30

 

07 Vestur – EBS/Skála: Høgni Madsen kl. 18.30

 

HB – NSÍ: Jón Tór Baldvinsson kl. 20.00