Eitt sindur av spenningi fekst aftur í landskappingina hjá kvinnum, tá ið føroyameistararnir úr B36 heldur óvæntað vunnu á oddaliðnum HB í Gundadali sunnudagin. Dysturin endaði við einum 3-2 sigri til B36, eftir at tað hevði staðið á jøvnum í hálvleikinum 1-1.
Lítið skipað spæl
Tað var ikki nakar væl leiktur dystur millum hesi kvinnuliðini hjá havnarfeløgunum, og nøkur av málunum vóru eisini rættuliga tilvildarlig. Hóast bæði liðini høvdu fleiri málmøguleikir, so var ikki talan um nakað serliga væl skipað álopsspæl, men heldur um tilvildarligar bóltar, sum førdu til málmøguleikar.
Tað vóru føroyameistararnir úr B36, sum tóku leiðsluna í dystinum. Tær svørtu og hvítu bróta seg ígjøgnum í høgra borði, og ein bóltur verður sendur inn fyri, har liðskiparin hjá B36, Sólvá Joensen, er fyrst á honum og sendir hann fram við Atu Høgnadóttir, sum vardi málið hjá HB í fyrra hálvleiki. Hendan støða helt sær tó ikki so leingi, áðrenn tað er HB, sum sendir ein høgan bólt inn í málteigin hjá B36. Einsamøll við trimum viðleikarum hjá sær fer málverjin hjá B36 upp eftir bóltinum og boksar hann, men tíverri fyri hana beint í beinið á Gunn Müller hjá HB og inn í málið til javnleik 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Nakað inn í seinna hálvleik leggur B36 seg aftur á odda. Hetta málið má verjan hjá HB taka á seg, tí hon snøgt sagt snorksvav. Ein bóltur verður stungin inn um verjuna hjá HB til Sólvá Joensen, sum gerst leys við Anniku Hansen í málinum, og Sólva ger ikki mætari enn at lobba bóltin upp um Anniku. Bólturin støkkur í jørðina stutt framman fyri málið, áðrenn hann síðani brestur í tvørstongina og fer út aftur í spælið, har tveir verjuleikarar standa og hyggja at hvørjari aðrari, meðan bólturin fer ímillum tær og út til Rakul N. Joensen, sum bara trýstir bóltin inn í málið, og so er B36 aftur á odda. Tað vardi tó ikki leingi, so svaraði HB aftur. Ein langur bóltur verður sendur av høgra vongi og langt inn í málteigin hjá B36, og heilt yviri við handaru stong kemur Eyðfríð Kristiansen rennandi og fær fatur á bóltin og prikar hann í málið til javnleik 2-2. Eitt bíligt mál, har verjan hjá B36 fekk sær ein blund.
Sigursmálið hjá B36 kom, tá ið okkurt um eitt korter var eftir at leika av dystinum. Føroyameistararnir fáa eitt hornaspark í vinstru síðu, sum verður sent væl inn fyri. Hóast sparkið ikki var so høgt, so eydnaðist tað Elsebeth Jónsson (systir ein navnframan fótbóltsleikara í FC Keypmannahavn) at kasta seg fram í bóltin og við høvdinum benda hann í meskarnar aftan fyri Anniku Hansen eitt gott mál, har Elsebeth tó fekk nakað væl av rúmd frá HB verjuni. Bæði liðini høvdu møguleikar eftir hetta, men tann neyðugi neyvleikin vantaði, og tí komu ikki fleiri mál í dystinum. Tættast við var helst Teresa Johnsson hjá HB, sum bleiv spæld leys í brotsteiginum hjá B36, men í góðari støðu sendi hon fram við málinum hjá grannunum.
Úrslitið av dystinum gjørdist tískil 3-2 til B36, og tað var á eini góðari leið, tí tað er onki yvir at dylja, at tað vóru tær svørtu og hvítu í árstalsfelagnum, sum vístu tann størra stríðsviljan í dystinum sunnudagin, og tær vóru nógv ágrýtnari enn manningin hjá HB. Hinvegin kann sigast, at kvinnurnar hjá HB tykjast at hava sama trupulleika sum menninir í felagnum, nevnliga at tær eru ikki nógv avgjørdar, tá ið málmøguleikar standast. Kvinnufótbólturin lítla virðing
Eitt gott dømi um, hvussu lítla virðing kvinnufótbólturin fær, var í dystinum sunnudagin. Ein stóran part av seinna hálvleiki loyvdi dómarin í dystinum, at besta mansliðið hjá B36 hitaði upp kring vøllin innan fyri gyrðingina. Hetta eigur ikki at koma fyri, og dómarin eigur at steðga dystinum og biða menninar fara onkra aðrastaðni at hita upp. Hetta verður eisini sum oftast gjørt, men ikki sunnudagin. Hinvegin kann sigast, at tað var rættuliga óneyðugt av monnunum hjá B36 at fara inn um gyrðingina at hita upp til dystin ímóti B68, tí teir kundu bara gjørt sum toftamenn og farið oman á tann niðara vøllin, sum stóð tómur, og hita upp har.
Hin dysturin hetta vikuskifti skuldi eftir ætlan vera í Klaksvík millum KÍ og VB. Hetta er ein dystur, sum er áður spældur, men sum nú skal spælast um aftur, tí at VB kærdi um dómaraviðurskiftini í tí dystinum. Hesin dysturin bleiv tó ikki av nøkrum, tí at dómarin, ið var settur til dystin, hevur sagt allari døming frá sær í eina tíð, og FSF megnaði ikki at útvega annan dómara. Tíbetur var hetta avgjørt, áðrenn vágskvinnur fóru heimanífrá, tí tað er meiri enn so komið fyri, at tær eru farnar norður um fjørðin til onga nyttu. At FSF ikki megnar at útvega ein dómara til ein dyst í bestu kvinnudeildini er bara enn eitt dømi um, hvussu lítla virðing kvinnufótbólturin hevur millum manna og teirra, sum vara av fótbóltinum í Føroyum.