B36 á sigurskós

Eitt sindur av spenningi tóktist vera komið í dystin, tá ið Kenneth Jacobsen hjá B36 bleiv rikin av vølli, men nú hevur B36 køvt mest sum allan spenningin.

 

Um miðjan seinna hálvleik høvdu teir eitt væl spælt álop fram eftir vøllinum. Tað endaði við, at Bergur Midjord sendi bóltin inn fyri, og har bleiv Fróði Benjaminsen skumpaður í ryggin, og dómarin dømdi brotsspark. Fróði sendi sjálvur brotssparkið í netið, so nú er B36 á odda 3-0, og dysturin tykist vera avgjørdur.