B36 smokkaði heilt í Sarpugerði

Víkingur hølvaði árstalsfelagið av 6-0 og tók seg við 10. sigrinum á rað nærri silvurkrónunum

Tað er púra óhoyrt, men tað er ein veruleiki. Víkingur vann í dag 6-0 á heimavølli ímóti B36. Hetta er 10. sigurin hjá Víkingi á rað, og hetta er størsta B36 tapið í fleiri ár.

 

Hálvleiksstøðan var

 

Poul Kallsberg setti hol á, og so var tað Olaf Bárðarson, sum við tveimum málum økti um munin til 3-0.

 

Fyrstu løtuna var tað B36, sum leikliga var omaná. Víkingur skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki, og tá ið tað eftir steðgin eydnaðist at skora, misti B68 liðið fullkomuliga pippið.

 

B36 liðið misti fullkomuliga pippið. Tað eydnaðist ikki B36 at vinna seg til málmøguleikar, meðan Víkingur skoraði mál mest sum í øllum málmøguleikunum.

 

 Trý tey síðstu málini skoraði Martin Klein Joensen, sum nú hevur skorað 15 mál og av álvara bjóðar av í kappingini um at røkka ovast á máltindin.

 

-Fyrsta korterið hevði B36 greitt yvirtak, men tá ið vit skoraðu, so kendist tað sjálvandi lættari hjá okkum, sigur trífaldi málskjúttin Martin Klein Joensen.

 

-Tað var leingi lítil munur á liðunum, men tá ið vit høvdu skorað trý mál, so eydnaðist alt, og hjá teimum eydnaðist lítið. Vit hava nú vunnið tíggju dystir á rað, og nú miðja vit eftir silvurplássinum, sum vit eru tvey stig frá, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi.

 

B36 venjarin er sera vónbrotin:

 

-Vit mugu hyggja inneftir og biðja bæði felag og áskoðarar um umbering. Allan 1. hálvleik spældu vit væl, og tá ið vit fóru út aftur eftir hálvleikssteðgin kendu vit, at tað fór at bera til at svara aftur og javna. Men teir vóru framúr í kontraspælinum, og nøkur av málunum vóru á ongan hátt B36 verdug. Vit eru sera harmir, og tá ið vit hittast aftur í morgun, mugu vit fara undir endurreisnina, sum vónandi fer at bera níggju stig og silvurkrónurnar við sær, sigur B36 venjarin Dan  Brimsvík í samrøðu við FM1.