B36 togaði sigurin í land

Fótbóltur: Ikki stórur munur á, tá 2. deild og 1. deild hittust

Steypadystir eru steypadystir, og tað vil við øðrum orðum siga, at tað altíð er stór avbjóðing hjá tí so at siga minni menta at royna seg móti tí stóra.

Leirvíkingar gravaðu seg ikki niður, tá teir í góðveðrinum leygardagin hittu B36. Men stóri trupulleikin hjá Harry Benjaminsen var, at hann hevur ongar álopsspælarar. Ikki tí teir rokna við fýra spælarum til tey bæði fremstu plássini, men hesa ferð var eingin teirra tøkur. Kristian Eliasen, Jonhard Høgnesen, Kristian á Reynatrøð og Petur Sjúrðarberg sita allir uttanfyri, tí teir eru plágaðir av skaðum. Tað hevði við sær, at venjarin valdi at seta John Olsen, sum plagar at spæla í verjuni, í álopið, har hann var saman við Jákup Hentze Foldbo, sum plagar at vera vongverji.

LÍF royndi at leypa á frammarlaga. Á miðvøllinum høvdu teir mitt fyri Tomek og Mirek, í høgra borði var Tórhallur Justinussen og í hinum borðinum var Erik Lervig, og so vóru Áslakur Jacobsen og Poul Suni Dam (so at siga ikki vant í ár) frammanfyri Signar á Reynatrøð og Hall Hansen, sum stóð í málinum.

LÍF hevði onkrar nærgangandi atsóknir. Eina ferð var John Olsen púra leysur, men hann steðgaði á, tí hann helt seg vera rangstaddan, og so fór tann møguleikin í vaskið.


Saknaðu stuðlar

B36 kom á odda tveir minuttir fyri steðgin, tá Ninoslav var høgstur og stútaði horna úr høgru í kassan. Og tveir minuttir eftir steðgin avgjørdu teir sær til fyrimunar, tá rangstøðufellan hjá heimaliðnum kiksaði. Carl Høgnesen, sum saman við Jákupi á Borg og Øssuri Hansen var fremstur á B36 liðnum, hevði síðsta fótin á, tá verjan frammanfyri Hall Hansen var tunn.

B36 hevði møguleikar at økja um leiðsluna, men teir tóktust vera nøgdir við at vinna við tveimum málum.

Einki var at síggja til Jens Kristian Hansen, Egil Zachariassen og John Petersen, sum framvegis er skaddur.

Egin Høgnesen var ikki við, og í hansara stað vard Pól. N. Joensen B36 málið, og frammanfyri hann vóru nógvir av gomlu garduni, m.a. var D. P. Johansen at síggja aftur í verjuni.