B36: Vit vilja fegin hava stroyming

B36 er avgjørt fyri, at dystir okkara verða stroymdir, men tað má vera undir skipaðum viðurskiftum, sigur felagið

Kringvarp Føroya hevur í dag meldað út, at tey nú gevast við at stroyma dystir frá bestu føroysku mansdeildini. Hetta tí tey verða somikið nógv órógvað í teirra valmøguleikum. Áður hava KÍ, EB/Streymur og AB noktað fyri stroyming av teirra dystum. Hesa ferð er tað B36, sum stendur í vegin.

 

Les eisini: Kringvarpið gevst at stroyma

 

- Upp til hetta umfarið takkaðu vit í B36 nei, tá tað varð spurt, um Kringvarpið kundi stroyma frá dystinum millum B36 og NSÍ. Í B36 taka vit avgjørt undir við, at dystir verða stroymdir, og ikki minst er hetta ein góð tænasta til útisetar og onnur, sum av praktiskum ávum ikki hava møguleika at fara á vøllin at síggja dystirnar skrivar B36 á heimasíðuni.

 

Felagið er ikki ímóti stroyming, men vil hava skipaði viðurskifti. 

 

- Vit halda samstundis, at hetta má gerast undir skipaðum viðurskiftum. Hetta er ein spurningur, sum hevur verið umrøddur fleiri ferðir, og FSF hevur á síni livestream-tænastu ein frálíkan pall, sum uttan iva kann mennast heilt nógv – eisini í samstarvi við Kringvarpið og/ella aðrar miðlar, skrivar B36 á heimasíðuni leggur afturat:

 

Les eisini: KVF vil hava rættin at velja

 

- Vit skulu tí við hesum boða frá, at vit avgjørt taka undir við beinleiðis stroyming frá føroyskum dystum, men tað má gerast undir skipaðum viðurskiftum, og tað má gerast í eini skipan, har samlaði føroyski fótbóltsheimurin er við, stendur á heimasíðuni hjá B36.

 

B36 skal sunnudagin spæla móti NSÍ í 12. umfari í landskappingini hjá monnum.

 

12. umfar:

Víkingur-KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2

B36-NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2

07 Vestur-Skála (15.00)

EB/Streymur-Suðringar (15.00)

AB-HB (17.15) Beinleiðis á Rás2