B68 avgjørdi beinanvegin

Bara lítlu løtuna, tá ið Kuljic var á VB miðvøllinum megnaðu lítið nærgangandi gestirnir at trýsta eitt evarska lítið sindur, men heimasigurin var ongantíð í vanda

Eitt stórt korter. So var meiri ella minni avgjørt, at gestirnir, sum vóru komnir longu leiðina úr Vági og norður á Toftir at spæla fótbólt, einki skuldu hava við sær suðuraftur. B68 var leikliga omaná størsta partin av tíðini, og tað vóru teir á heimaliðnum, sum høvdu nógv teir flestu málmøguleikarnar.
Dánial Hansen er ein rættuliga fjøltáttaður fótbóltsspælari. Síðani hann tíðliga á árinum kom á Toftir, hevur hann fyri tað mesta verið í verjuni. Áður hevur hann víst, at hann eisini hevur evni sum miðvallari og álopsspælari. Tað hava teir eftir øllum at døma lagt sær í geyma á Svangaskarði. Men fyrsta partin av kappinarárinum hevur tað fyrst og fremst verið í verjupartinum, at brúk hevur verið evnunum hjá Dániali, sum kortini frammanundan hevur skorað uppá brotsspark.
Síðani fyrst Arnbjørn Danielsen og síðani Jákup Eli Olsen eru komnir afturíaftur á Toftum, hevur borið til at arbeitt við hugsanini um at flyta Dánial Hansen longri fram á vøllin. Teir royndu hetta í Gøtu mikukvøldið, og sunnudagin var Dánial allar 90 miuttirnar í álopinum, og tað loysti seg væl.
Fimm minuttir vóru farnir, tá ið nýggi álopsmaðurin fyrstu ferð vísti, at hann hevur nøs fyri at vera á rætta staðnum í røttu løtuni. Eftir horna var tætt við, at hann skoraði, men Bjarni Johansen vardi væl fyri.
Tá ið Dánial Hansen í 13. minutti setti hol á, átti annars tryggi VB málverjin sín lut í málinum. B68 álopsmaðurin fekk fatur á kiksaðum útsparki frá VB málverjanum, og úr 35 metrum smekkaði hann til. Bólturin sigldi omanfyri málverjan og fór í málið dygst undir samankomingini.
B68 og viðhaldsfólkini fegnaðust um annað langskotsmálið á heimavølli í eina viku, og bara fýra minuttir seinni fingu tey meiri at fegnast um. Eftir horna royndi Fróði Benjaminsen at draga seg leysan í brotsteiginum, Birgir Jørgensen royndi at verja fyri, landsliðsmaðurin fór um koll, og linjuverjin, Andreas Petur Hansen, gjørdi vart við, at talan var um brotsspark. Eiler Rasmussen bríkslaði, og Dánial Hansen økti úr ellivu metrum til 2-0.
Fleiri mál komu ikki, men heimaliðið hevði aðrar møguleikar. Næst við at fáa mál var Fróði Benjaminsen, tá ið hann eitt korter undan leikloki sendi bóltin í tvørtræið.

Ov tunnir
Vágbingar eru í aldudali. Hesa ferð høvdu teir nýggja danska álopsspælaran, Brian Andersen, undir liðini á Birgiri Jørgensen. Hann gjørdi ikki serligar skreytir. Tað var týðuligt, at hann ikki er spældur inn á liðið enn. Eina ferð royndi hann við saksisparki, men tað var eingin hóttan ímóti málinum hjá Alberti Sævarssyni.
Hjá VB kom tað illa við, at Predrag Zivkovic ikki var í verjuni, tí hann var leikbannaður. Og tað kom uppaftur verri við, at Milan Kuljic var so mikið skaddur, at hann ikki var førur fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Tá ið einki var komið burturúr, og tað restaðu tíggju minuttir, varð skaddi miðvallarin settur á vøllin. Eingin ivast í fótbóltsevnunum hjá honum, og ta lítlu løtuna, sum Milan var á vøllinum, vísti VB meiri, enn teir høvdu gjørt teir 80 minuttirnar frammanundan.
Men VB megnaði ikki at hótta stinnu toftaverjuna, har Hans Fróði Hansen og hansara menn ikki høvdu so ógvuliga nógv at gera.
Vágbingar fóru suður aftur við ongum og við vitanini um, at tað verður ikki minni strevið, tá ið teir mikudagin aftur skulu um Suðuroyarfjørð at spæla ímóti B36. Hjá B68 var tað hugaligt, at teir fyri fyrstu ferð síðani í fyrsta umfarinum megnaðu at fáa fleiri enn eitt mál. Teir skoraðu tvær ferðir í fyrsta umfarinum, tá ið teir á útivølli spældu ímóti EB/Streymi. Í morgin fáa teir á heimavølli nýggjan møguleika ímóti teimum úr Sundalagnum.

B68-VB 2-0 (2-0)
1-0: Dánial Hansen 13.
2-0: Dánial Hansen br 17.
Dómari: Eiler Rasmussen
B68: Albert Sævarsson - Bogi Petersen (Øssur Jacobsen, 76.), Arnbjørn Danielsen, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen - Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam (Jóhan Petur Poulsen, 50.) - Súni Fríði Johannesen (Kristian Anton Andreasen, 87.), Dánial Hansen
Gult kort: einki
VB: Bjarni Johansen - Jón Pauli Olsen, Dejan Nikolic, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo - Palli Augustinussen, Mikael í Lágabø (Kári í Lágabø, 66.), Dan Djurhuus (Milan Kuljic, 81.), Slobodan Madzar - Birgir Jørgensen, Brian Andersen
Gult kort: Dan Djurhuus