Føðingardagur
Jú, tú hevur lisið rætt. Leygarkvøldið 2. november hevur ítróttarfelagið á Toftum 40 ára ársveitslu. Men her er okkurt, ið ikki rímar saman, hugsar lesarin, tí tað eru bara 34 ár síðani vit skrivaðu 1968.
Rætti samanhangurin er kortini ikki so torskildur. Tofta Ítóttarfelag, sum almenna navnið framvegis er, varð stovnað í 1962. Tá var tað kappróður, ið stóð ovast á listanum.
Nógv ár frammanundan høvdu toftamenn spælt fótbólt móti fuglfirðingum, eiðismonnum, gøtumonnum og øðrum, men tað var undir navninum Zig-Zag, eftir fyrsta bóltinum teir fingu hendur á. Í 1968 bleiv fótbólturin so ein undirdeild í Tofta Ítróttarfelag, og hagani kemur navnið B68.
Í gerðabókini hja felagnum sæst, at stovnandi fundurin var í Gamla skúla 21. desember 1962. Á skránni vóru:
1. Stovnan av ítróttarfelag
2. Byggjan av kappróðrarbáti
3. Stjórn og nevnd
Allir vóru samdir um, at navnið á felagnum skuldi verða Tofta Ítróttarfelag, stytt TÍ, og at felagið skuldi ikki bert umfata kappróður, men eisini fótbólt, hondbólt og annan ítrótt. Ein tepur meiriluti var fyri, at byggja eitt 8-mannafar.
Nøvnini
Í fyrstu nevndina í Tofta Ítróttarfelag komu Betuel Hansen, formaður, Toftir, Frede Benjaminsen, kassameistari, Nes, Dánjal Eli Højgaard, Toftir, Hans J. Johannesen, Toftir og Kaj Højgaard, Toftir.
Stutt eftir at felagið var stovnað, smíðjaði kendi bátasmiðurin Niclas í Koltri 8-mannafarið Toftabátin og seinni 5-mannafarið Ternuna. Tá fótbólturin veruliga tók dyk á seg á Toftum, datt kappróðurin niður fyri. Spell, halda helst mong. Men fótbólturin hevur har aftur ímóti klárað seg væl í kappingini. Felagið hevur verið í 1 deild síðani 1980 og hevur sum kunnugt vunnið fleiri meistaraheiti.
Harafturat er leikvøllurin á Svangaskarði vorðin kendur um allan heimin sum ein sannur skansi hjá føroyska fótbóltslandsliðnum
Teir, ið manna nevndina í Tofta Ítróttarfelag, nú felagið fyllir 40 ár, eru Niclas Davidsen, formaður, Jógvan Højgaard, næstformaður, Ólavur Jensen, skrivari, Eyðfinn Olsen, kassameistari og Martin Heinesen, nevndarlimur.
Í fótbóltsnevndini eru Katrin Olsen, Katrin Jönsson, Eldbjørn Joensen og Peter Alberg.
40 ára ársveitslan hjá Tofta Ítróttarfelag verður altso á Svangaskarði nú leygarkvøldið 2. november kl. 19.30. Nú felagið fyllir 40 ár, verður gjørt meira burtur úr veitsluni enn vanligt.