Nú eru tríggir dystir leiktir í innleiðandi HM-bólki G, og eru allir endaðir við javnleiki.
Belgia og Iran leiktu í kvøld javnt 0-0 á SoFi Leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia.
Favorittarnir, Belgia høvdu fleiri málmøguleikar, men tað var Iran, ið fekk eitt mál kolldømt av VAR. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin fekk Nathan Ngoy hjá Belgia beinleiðis reytt kort fyri at "hála í neyðbremsuna", ið tikið verður til. Sum síðsti verjuleikari feldi hann Mehdi Taremi hjá Iran, og so var eingin náði.
Hóast ein leikara færri á vøllinum seinasta lítla hálva tíman, so hevði Belgia bóltin 70 prosent av tíðini.
Besti leikarin var málverjin hjá Iran, Alireza Beiranvand sum hevði nakrar framúr góðar bjargingar.
Belgia-Iran 0-0
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Belgia og Iran.
Belgia og Iran hava tvey stig hvør, meðan Egyptaland og Ný Sæland hava eitt stig hvør. Í nátt klokkan tvey spæla Egyptaland og Ný Sæland á BC Place leikvøllinum í Vancouver. Egyptaland er favorittur, men Ný Sæland hevur megnað at leikt javnt í fýra teimum seinastu dystunum í HM-endaspølum.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











