Trump heldur fram við atfinningunum móti Meloni

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur fram við at finnast at Italia og forsætisráðfrúnni Giorgiu Meloni fyri vantandi stuðul undir amerikonsku hernaðaraðgerðunum móti Iran.

Sambandið millum italiensku forsætisráðfrúnna, Giorgiu Meloni, og amerikanska forsetan, Donald Trump, tykist nú vera munandi versnað. Mynd: Andreas Solaro, Mandel Ngan/Ritzau Scanpix


– Eftir at hava brúkt billiónir av dollarum upp á Nato vilja Italia og forsætisráðfrúan ikki einaferð umhugsa at vera við í átøkunum móti Islamska Lýðveldinum Iran og teirra álvarsligu kjarnorkuhóttan, skrivar Trump á Truth Social.

– Vit hava vart tey í áratíggju, men tá ið tað veruliga ræður um, eru tey ikki har at verja okkum og restina av heiminum. Tað er ikki gott, skrivar hann.

Við hesum endurtekur Trump sína atfinning av italiensku stjórnini fyri ikki at loyva amerikanska herinum at brúka herstøðir í Italia undir krígnum móti Iran.

Trump skrivar eisini, at Meloni ferð eftir ferð bað um at fáa tikið mynd saman við honum á G7-toppfundinum fyrr í ár.

– Hon vil vera vinur aftur fyri at fáa størri undirtøku í veljarakanningunum, skrivar Trump.

Meloni hevur greitt afturvíst skuldsetingunum.

– Forseti Trump, hesar støðugu og ógrundaðu atfinningarnar geva onga meining, skrivaði hon leygardagin.

– Mín undirtøka kemur tær ikki við. Eg vil heldur mæla tær til at hugsavna teg um tína egnu, legði hon afturat.

Hon segði eisini, at tað avgjørt ikki hevði hjálpt hennara egnu undirtøku at vera vinur við Trump.

Meloni hevur annars leingi verið roknað sum ein av teimum evropeisku leiðarunum, ið hevði besta sambandið við Trump.

Tá Trump varð innsettur sum forseti í januar 2025, var Meloni einasti evropeiski stjórnarleiðarin, sum var til staðar.

Tá tey hittust á Mar-a-Lago sama mánað, rósti Trump henni sum einari »fantastiskari kvinnu«, ið »veruliga hevði tikið Evropa við stormi«.

/ritzau/

 

Sambandið millum italiensku forsætisráðfrúnna, Giorgiu Meloni, og amerikanska forsetan, Donald Trump, tykist nú vera munandi versnað. Mynd: Andreas Solaro, Mandel Ngan/Ritzau Scanpix