Tað er formaður Miðfloksins, Steffan Klein Poulsen, sum hevur sett Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, um føroyska neyðhjálp og menningarsamstarv.
Hann spyr soleiðis:
– Vil landsstýrismaðurin virka fyri at brúka føroyskar hjálparfelagsskapir og felagsskapir, sum føroyingar virka í, til at veita neyðhjálp og menningarsamstarv kring heimin?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur tingmaðurin, at summi landsstýri hava raðfest at brúka føroyingar, tá ið neyðhjálp og menningarsamstarv skal veitast úr Føroyum, meðan onnur landsstýri hava raðfest at brúka stórar altjóða felagsskapir ella deildir hjá eitt nú ST og ES, sum føroyingar lítlan og ongan leiklut eiga í.
– Við at brúka føroyskar hjálparfelagsskapir og felagsskapir, har nógvir føroyingar eru virknir í ella hava tætt tilknýti til, so er landsstýrið aktivt við til at menna “føroyska neyðhjálp” og at senda “føroyskar ambassadørar” kring allan heimin at umboða okkara tjóð, sigur Steffan Klein Poulsen.












