Tað hevur ligið í kortunum síðani tíðliga í vár, og nú er tað staðfest. B71 er flutt upp og verður í 2027 aftur í bestu deildini. Har hevur B71 ikki verið síðani 2011 ella í 15 ár.
Uppflytingin varð staðfest eftir heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá B36. Úrslitið var 5-3. Hálvleiksstøðan var 2-0 og mesta partin av tíðini var sigurin ikki í vanda. B36 kløkkaði tveir minuttir eftir steðgin, tá ið Heini Sólheim Guttesen eftir upplegg frá Leivi Fossdal Guttesen minkaði um munin til 2-1, og so var tað síðstu minuttirnar, tá ið B36 tvær ferðir minkaði um munin.
Fyrst var tað Carl Mikkelsen, sum við fínum máli eftir sending frá innskifta Brandi Mørk minkaði um munin til 5-2, og so var tað innskifti Jeremiah Okornoe, sum fýra minuttir undan leikloki minkaði um munin til 5-3.
Tá ið innskifti toppskjúttin Lucas Ørneborg við fínum máli økti um munin til 5-1, kendist tað sum um, at heimamenninir høvdu meiri fokus á fagnaðinum um veruleikan av at vera fluttir upp, enn teir høvdu á tí, sum gekk fyri seg á vøllinum.
Eric Oteng setti hol á við brotssparki, tá ið 20 minuttir vóru farnir, og fimm minuttir seinni var tað Suni Herman Petersen, sum økti um munin til 2-1.
Fimm minuttir eftir steðgin var tað Nicholas Frydenlund Sejr, sum skoraði til 3-1, og innskifti Lucas Ørneborg skoraði tvey tey síðstu málini. Hann er toppskjútti í fyrstu deild við 25 málum.











