Roykur frá ógvisligum skógareldum í norðara parti av Algeria breiðir seg í løtuni langt út yvir Miðjarðarhavið.
Tað sæst á dagsins mynd frá evropeisku jarðeygleiðingarskipanini Copernicus.
Myndin varð tikin av einum Copernicus Sentinel-3-fylgisveini 27. august. Hon vísir, hvussu stór roykskýggj reka eystureftir frá Algeria, yvir Miðjarðarhavið og fram við norðurafrikonsku strondini móti Tunesia.
Roykur sæst eisini longri eysturi á havinum millum Tunesia og Sisilia.
Nær við algerisku strondina síggjast fleiri royksúlur. Sambært Copernicus bendir hetta á, at eldarnir framvegis vóru virknir, tá fylgisveinamyndin varð tikin.
Í minsta lagi 12 fólk deyð
Norðari partur av Algeria hevur seinastu dagarnar verið raktur av álvarsligum skógareldum.
Sambært almennum upplýsingum vóru í minsta lagi 12 fólk deyð og 54 løstað til og við 28. august.
Flestu fólkaskaðarnir vóru í landspørtunum Jijel, Béjaïa og Tizi Ouzou.
Umframt roykin frá skógareldunum síggjast eisini onnur stór skýggj longri vesturi á myndini. Hetta er dust úr Sahara, sum verður ført út yvir Miðjarðarhavið.
Sostatt vóru bæði roykur frá skógareldum og Sahara-dust samstundis í luftini yvir ymiskum pørtum av miðøkinum í Miðjarðarhavinum.
Copernicus Atmosphere Monitoring Service hevur nýliga latið upp eina talgilda tænastu, Fire Emissions Watch, har til ber at fylgja við skógareldum og útláti frá teimum kring heimin nærum í somu løtu, sum tað hendir.
Kelda: Copernicus











