Mattias Hellisdal var sambært bæði Sofascore og Soccerstand besti leikarin hjá Västerås SK, ið vann 3-1 á BK Häcken í útidysti í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Í fyrra hálvleiki syrgdu Simon Gefvert og Bonaventure Lendambi fyri, at Västerås var á odda 2-0. Báðir skoraðu frá stuttari fjarstøðu.
Tá ein tími var leiktur fekk Västerås fríspark beint uttanfyri brotsteigin hjá Häcken. Mattias tók við einari perfektari skrúvu og meddaði bóltin í netið til 3-0 leiðslu til Västerås. Eitt ótrúliga flott mál.
Soccerstand gevur Mattiasi fyri leikliga avrikið karakterin: 9,0 (av 10 møguligum), og Sofascore hevur Mattiasi karakterin: 8,4. Eitt sera flott avrik hjá Mattiasi.
Västerås SK er nummar seks í deildini við 29 stigum.
HER ber til at síggja flotta frísparksmálið hjá Mattiasi og hini hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum hjá Västerås á Brevida leikvøllinum í Göteborg:
##med2##











