Óli vann á Jóhan og skoraði og legði upp til 13 mál

GOG vann torføra útidystin móti Skanderborg-Aarhus

Uppgerð var seinnapartin í bestu donsku hondbóltsdeildini í FREJA Arena í Skanderborg millum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus og liðið hjá Óla Mittún, GOG frammanfyri 1.543 áskoðarum.

 

GOG vann dystin 34-31. Í steðginum var GOG eisini frammanfyri við trimum málum. Tá var støðan 20-17. 

 

Hjá Óla gekk framúr í dag. Hann var toppskjútti hjá GOG við sjey málum upp á átta málroyndir. Óli legði eisini upp til seks mál. Eitt framúr avrik.

 

Jóhan skoraði eitt mál upp á tann eina málmøguleikan hann fekk.

 

GOG hevur fýra stig, og Skanderborg-Aarhus hevur tvey stig aftaná tvey tey fyrstu leikumførini. 

 

Í morgin klokkan 17.30 spæla Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro dyst á útivølli móti Aalborg.