B71 og ÍF fara at spæla steypafinalu

U-21: ÍF vann í kvøld hálvfinaluna ímóti B36, og B71 vann í kvøld hálvfinaluna ímóti 07 Vestur

Mynd: ÍF/Fríði Reinert Petersen

ÍF er á veg ímóti niðurflyting úr bestu deildini, og B71 hevur framvegis møguleika at flyta upp úr næstbestu deildini.

 

Í kvøld vunnu hesi bæði feløgini seg í finaluna í steypakappingini fyri U-21 lið.

 

B71 átti heimavøll ímóti 07 Vestur, og B71 vann 4-3. Hálvleiksstøðan var 3-1 til heimaliðið.

 

Julian Mouritsen legði beinanvegin 07 Vestur á odda, men heimaliðið skoraði í 20., 35. og 39. minutti. Málskjúttar vóru Julian Frankieson Knudsen, Sproti Jógvansson úr Dímun og innskifti Jónatan Kjærbo, sum eisini skoraði fimm minuttir eftir steðgin. So var 4-1. 07 Vestur legði tó ikki kongin, og tað eydnaðist at minka um munin til 4-2 í 78. minutti, tá ið Julian Mouritsen aftur var málskjútti, og tá ið klokkan var farin fimm minuttir út um vanligu leiktíðina, var tað Lucas Gardar, sum minkaði um munin til 4-3. Tá var tíðin um at vera farin, og B71 vann 4-3 og tryggjaði sær pláss í finaluni.

 

ÍF átti heimavøll ímóti B36, og ÍF vann 2-1.

 

Í 26. minutti var tað Rúnar C. Johnsson, sum við langskoti legði íF á odda. Átta minuttir undan leikloki javnaði B36 til 1-1. Málskjútti var Jógvan Kárason Gullfoss.

 

Men bara tríggjar minuttir seinni skoraði ÍF 2-1 sigursmálið. Og aftur hesaferð var tað Rúnar C. Johnsson, sum skoraði, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru við pannuni stýrdi bóltin í málið.

 

Finalan millum B71 og ÍF verður fríggjakvøldið 4. oktober klokkan 19.30.

 

##med2##

 

Mynd B71

 

Mynd: ÍF/Fríði Reinert Petersen