Bach og Kennedy í Norðurlandahúsinum

Í meir enn 25 ár hevur bretski violinleikarin, Nigel Kennedy, verið viðurkendur sum ein av heimsins fremstu úrmælingum. Hansara sermerkta talent og fólksliga tekki hava blást nýtt lív í klassiska tónleikin. Hann er tann klassiski violinisturin, sum hevur selt mest í øllum heiminum - nakrantíð.

 

Tónleikur hansara røkkur tvørturum øll tónlistarlig mørk og ættarlið. Samstørv hansara við Jeff Beck, The Who og Kate Bush, sum hevur givið honum æruna fyri at breiða klassiskan tónleik út til alt fólkið, hava givið tónleikinum í 21. øld nýggjan íblástur. George Martin, sáli, legendariski framleiðarin hjá the Beatles, segði Nigel Kennedy hava gjørt meir enn nakar annar fyri at sameina rútmisku og klassisku tónlistaheimirnar.

 

- Við ‘BACH hittir KENNEDY’, gongur Nigel Kennedy enn einaferð frammanundan, og bjóðar okkum eina skrá, har hann fagnar tónleikinum hjá Johann Sebastian Bach. Verk hjá Bach verða sett saman við hansara egnu útgávum við gittari, trummum og kontrabassi, og soleiðis verða áhoyrararnir tiknir við á eina spennandi ferð frá barokki til nútímans tónleik við íblástri úr klassiskum tónleiki, jazzi, keltiskum tónleiki, fólkatónleiki og rokki, skriva fyrireikararnir.

 

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 10. septembur.