Báðir partar leggja nógv fyri

Felags fyri Víking og HB er, at tey í kvøld eru í sterkastu uppstilling í Sarpugerði

Tann fyrra av tveimum av fyrru hálvfinalunum í kvøld verður nú klokkan 18, tá ið Víkingur í Sarpugerði fær vitjan av HB.

 

Felags fyri báðar partar er, at teir leggja nógv fyri. Tað sæst á dómaraseðlinum. Fleiri av teimum, ið annars hava verið millum teir fyrstu ellivu, hava seinastu ferðirnar sitið á beinkinum ella als ikki verið á listanum. Í kvøld eru allir hesir millum teir fyrstu ellivu.

 

Hjá Víkingi snýr tað seg eitt nú um Andreas Lava Olsen, og hjá HB snýr tað seg um Hera H. Mohr, Bartal Wardum og Heðin Hansen.

 

Líkindini at spæla fótbólt í Sarpugerði eru góð.

 

 

 

Løgmanssteypið

 

Fyrra hálvfinala

 

Víkingur – HB kl. 18.00

 

Dómari: Alex Troleis

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Arnbjørn Svensson, Noah Mnenéy, Géza Dávid Túri, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Heðin Hansen, Dan í Soylu, Stefan Radosavljevic – Ári Mohr Jónsson, Pætur J. Petersen, Adrian Justinussen