Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini høvdu heimadyst í dag. Í báðum førum gjørdist talan um tap.
Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset taptu á Marienlyst leikvøllinum í Drammen 0-2 fyri Hødd.
Strømsgodset hevði bóltin væl meira, og teir høvdu væl fleiri málroyndir enn útiliðið. Men Hødd tók av báðum málroyndunum teir høvdu innanfyri málrammurnar. Hødd legði seg á odda í 18 minutti, og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði útiliðið økt til 2-0.
Strømsgodset er nummar fýra í deildini við 32 stigum. Teir hava fýra stig upp til næstfremsta liðið, Stabæk. Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp, meðan liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks spæla uppflytingardystir.
Komandi leygardag klokkan 15 spælir Strømsgodset dyst á útivølli móti Ranheim.
Sandnes ULF við føroyska liðskiparanum, Gullbrandi í Horni Øregaard tapti í einum málríkum dysti 3-4 fyri Egersund.
Sandnes fekk eina dreymabyrjan, tá Peder Brekke longu í sætta minutti legði teir á odda 1-0. Í seinna hálvleiki skoraði Egersund fýra mál innanfyri 25 minuttir, og so var útiliðið á odda 4-1. Ole Sebastian Sundgot og Sander Saugestad minkaðu um munin til 2-4 og 3-4 móti dystarenda, men heimaliðið megnaði ikki at fáa tað fjórða málið.
Sandnes er nummar 10 í deildini við 20 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Sandnes ULF dyst á útivølli móti Sogndal.











