Liðini í niðara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum løgdu eisini til brots í dag.
Í fyrsta umfarinum vann 07 Vestur á heimavølli stórsigur 4-0 (2-0) á FC Suðuroy, meðan B36 vann meira tepurt á heimavølli 2-1 (0-0) á ÍF.
07 Vestur-FC Suðuroy 4-0 (2-0)
1-0 Kristina Gásdal (27.)
2-0 Kristina Gásdal (33.)
3-0 Bjørk Akselsen (63.)
4-0 Margit Magnusdóttir (67.)
B36-ÍF 2-1 (0-0)
1-0 Ragnhild Magnusson (49.)
2-0 Ragnhild Magnusson (72.)
2-1 Hansina Nesá (77.)
B36 er fremst við seks stigum. 07 Vestur hevur fimm stig, meðan ÍF og FC Suðuroy hava eitt stig hvør.
Kelda: dystir.fo











