Føroyar stuðla útbyggingini av Rosebank

Føroya landsstýri hevur boðað frá, at tað tekur undir við, at olju- og gassleiðin Rosebank vestan fyri Hetland verður útbygd.

Samstundis ætlar landsstýrið at økja átøkini fyri at fáa útlendsk oljufeløg at leita á føroyska landgrunninum.

 

Rosebank er størsta olju- og gassleiðin í bretskum øki, sum enn ikki er útbygd. Leiðin liggur bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum og hevur tí stóran týdning fyri føroyskar vónir um at finna olju og gass. Tað skrivar hetlendska blaðið Shtelands News.

 

Í sambandi við almenna hoyring í Bretlandi um framtíðina hjá Rosebank hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, sagt, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at oljuvirksemið eystan fyri markið kann halda fram.

 

Ein útbygging av Rosebank kann bæði styrkja vónina um kolvetnisfund føroysku megin markið og skapa arbeiðsmøguleikar hjá føroyskum veitarafyritøkum.

 

Tað sama er galdandi fyri Cambo-leiðina, sum eisini liggur tætt við føroyska markið.

 

Vilja hava oljufeløg aftur til Føroya

 

Nývaldi løgmaðurin, Beinir Johannesen, hevur samstundis boðið útlendskum orkufeløgum at leita eftir olju og gassi í føroyskum sjóøki.

 

– Ongantíð áður hevur okkara vitan um føroyska landgrunnin verið størri enn í dag. Tøknin til at leita og bora eftir olju mennist alsamt, og høgi oljuprísurin hevur aftur skapt leitivirksemi í okkara øki, sigur løgmaðurin.

 

Hann sigur, at landsstýrið tí fer at leggja størri dent á at fáa útlendsk oljufeløg til Føroya at leita.

 

Landsstýrið heldur ikki, at ein føroysk olju- og gassvinna stríðir ímóti ætlanunum um at seta ferð á grøna orkuskiftið.

 

– Talan er ikki bert um grøna orku ella svarta orku, men um eina samanseting av báðum, sigur Beinir Johannesen.

 

Níggju brunnar boraðir

 

Leiting eftir olju og gassi fór fram á føroyska landgrunninum frá 2000 til 2014.

 

Spor av bæði olju og gassi vórðu funnin, men ikki í nøgdum, sum kundu bera eina vinnuliga framleiðslu. Tilsamans vórðu níggju leitibrunnar boraðir.

 

Føroyska vónin er, at ein útbygging av Rosebank og møguliga eisini Cambo kann geva nýggja vitan um jarðfrøðina nær føroyska markinum og samstundis birta undir nýggjan áhuga fyri føroyska landgrunninum, skrivar hetlendska blaðið.