Løgreglan fekk um klokkan 15 lokala tíð fráboðan um ein álvarsligan harðskapstilburð í Kópavogi.
Nógv løgreglu- og bjargingarfólk vórðu send á staðið. Tveir sjúkrabilar komu á staðið, og ein persónur varð fluttur á skaðastovuna.
Í eini fráboðan upplýsti løgreglan fyrst, at ein maður var handtikin í sambandi við álvarsliga harðskapstilburðin, og at kanningararbeiðið var á einum heilt byrjandi stigi.
Sambært upplýsingum hjá íslendska kringvarpinum RÚV verður málið nú kannað sum dráp.
Samstundis var stór løgreglutilbúgving við eina handilsmiðstøð í Skeiðarvogi í Reykjavík. Sambært íslendska miðlinum Vísi vóru í minsta lagi seks løgreglubilar og eitt fólk úr serdeildini á staðnum.
Talsfólkið hjá løgregluni vildi ikki gera viðmerkingar til málið ella upplýsa, um løgregluátakið í Skeiðarvogi hevði samband við drápið á Kársnesi.
Enn eru eingir nærri upplýsingar um tann dripna, handtikna persónin ella hvat kann hava elvt til tilburðin.
Kelda: RÚV











